Jensia er fødd og uppvaksin í Skopun, dóttir til Elspu og Wenningsted Hansen.
Jensia og systrarnar, Santrina, Inna og Lula, giftust allar til Sørvágs. Jensia giftist við Müller Lauritsen, og saman fingu tey børnini: Jónrid og Eyðun. Jónrid er gift og búsett í Danmark, og Eyðun er giftur og búsettur á
Skipanesi. Maður Jensiu, Müller, doyði fyri nøkrum árum síðan.
Jensia helt dagin saman við sínum næru og kæru í heiminum í Sørvági.