Eftir tvey ár í Klaksvík, takkar sviin fyri seg eftir hetta kappingarárið. Hann kom upprunaliga til KÍ sum ungdómsvenjari, og hjálpti Glen Ståhl. Seinni tók hann yvir í 1. Deild, og í ár hevur hann bæði verið hjá Betrideildini hjá kvinnunum og næstbesta liðnum hjá monnum.
- Jens hevur av persónligum áðum valt at takka fyri seg eftir hettar kappingarárið. KÍ takkar Jens fyri tíðina í felagnum, har hann hevur ment okkara tilgongd, bæði á ungdómsliðum, 1 deild monnum og ikki minst á kvinnusíðuni, skrivar ki.fo.
Seinasti dystur hjá Jens, verður á Tórsvølli, har kvinnurnar taka ímóti HB.