Jens: Vit áttu fríspark áðrenn teir áttu brotsspark

(Frá Rás2) Hoyr verjuskansan hjá NSÍ taka samanum 2-2 javnleikin teir fingu norðuri í Klaksvík

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 aftaná dystin norðuri í Klaksvík við Jens Joensen, verjuskansa hjá NSÍ, aftaná Jens og liðfelagarnir høvdu spælt javnleik 2-2 norðuri í Klaksvík í dag.

 

Um brotssparkið heimaliðið fekk, sum førdi til, at NSÍ kom afturúr 1-2 er Jens Joensen sannførdur um, at Bárður J. Hansen hjá NSÍ átti fríspark áðrenn brotssparkið var dømt til heimaliðið.

 

Jens Joensen er fegin um, at teir í NSÍ reistu seg skjótt aftur aftaná heimaliðið kom á odda 2-1. Hann heldur tað vísti, at góður stirðil er í NSÍ-liðnum. Um dystin heldur Jens Joensen, at NSÍ var tað betra liðið í fyrra hálvleiki, meðan tað var øvugt í seinna hálvleiki.