Jens verður helst sitandi

Tann seinasta meiningakanningin upp undir norska stórtingsvalið vísir, at stjórnin verður sitandi. Kanningin, sum Dagens Næringsliv hevur latið gera, vísir, at Arbeiðaraflokkurin eitt gott úrslit. Flokkurin fær 34,8 prosent ella 3,8 prosentstig meiri enn á seinasta vali.

Harafturímóti fær tann størsti andstøðuflokkurin, Framburðsflokkurin, ein frammanáq. Kanningin gevur flokkinum 22,2 prosent, sum er ein afturgongd upp á heili 5,4 prosentstig.

Sambært kanningini hjá Dagens Næringsliv fáa stjórnarflokkarnir 88 tinglimir og sostatt tryggan meiriluta í Stórtinginum.

Norsku valhølini lata aftur í kvøld klokkan átta okkara tíð.