Í dag sjálvan norska tjóðardagin vitjar norski forsætisráðharrin, Jens Stoltenberg, í Føroyum.
Almenna skráin byrjar klokkan 18, tá Jens Stoltenberg og konan, frú Schulerud, koma í Norðurlandahúsið, har løgmaður er vertur fyri einum norskum-føroyskum mentanarkvøldi. Niels Halm, stjóri í Norðurlandahúsinum, tekur ímóti og vísir gestunum húsið.
Skráin í Norðurlandahúsinum sær annars soleiðis út:
Programmverturin Petrina Berg bjóðar vælkomin
Kaj Leo Johannesen, løgmaður, bjóðar vælkomin
Jens Stoltenberg heldur røðu
Hanus Johansen syngur tríggjar sangir, ein føroyskan og tveir norskar
Filmur: »Passasjeren« hjá Zacharis Stórá tikin upp í Noreg.
Eivør (fo) og Odin (no) syngja »Vamp«
Upplestur við Lauru Joensen »Laterna Magica« hjá William Heinesen
»Eldra kór musikkskúlans« syngur ein norskan og ein føroyskan sang.
Programmverturin takkar fyri og ein felagssangur verður sungin
Eftir tiltakið í Norðurlandahúsinum heldur ferðalagið fram oman í Müllers Pakkhús, har løgmaður er vertur fyri einum veitsludøgurða. Undir døgurðanum fara bæði løgmaður og norski forsætisráðharrin athalda røðu, og tónleikur er eisini á skránni. Kvøldið endar við føroyskum dansi.
Í morginári klokkan 9 verður tíðindafundur í Tinganesi. Men áðrenn tíðindafundin hava løgmaður og Jens Stoltenberg politiskan fund. Á fundinum fara teir millum annað at tosa um samstarvs- og vinnuviðurskifti millum Føroyar og Noreg, so sum fiskivinnu, aling, olju- og gassmenning, menning í Arktis og møguligar framtíðar samstarvsmøguleikar.
Klokkan 10:30 verður Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vertur fyri morgunmati í Stokkastovuni í Kirkjubø, har Jóannes Patursson, bóndi, eisini vísir garðin og greiðir frá.










