Jens Stoltenberg aðalskrivari í NATO

Verjusamgongan NATO kunngjørdi seinnapartin, at fyrrverrandi norski forsætisráðharrin Jens Stoltenberg verður aðalskrivari í samgonguni.

Hann byrjar í starvinum tann 1. oktober og tekur við eftir danan Anders Fogh Rasmussen, sum var ein tann fyrsti at ynskja eftirmanninum tillukku.

 

-Eg havi kent Jens Stoltenberg í nógv ár, og eg veit, at hann er tann rætti maðurin, skrivar Anders Fogh Rasmussen á Twitter.

 

Jens Stoltenberg hevur verið formaður í Arbeiðaraflokkinum tey seinastu 13 árini, og sambært norska kringvarpinum verður hann sitandi í formansstarvinum, til flokkurin hevur funnið avloysaran. 

 

Sambært vælvitandi keldum var tað týski kanslarin, Angela Merkel, sum mælti til at velja Jens Stoltenberg til aðalskrivara í NATO. Keldurnar vita eisini at siga, at USA tók beinan vegin undir við týska kanslaranum.