Jens Pauli Heinesen er best kendur sum rithøvundur, og skrivaði hann eitt nú skaldsøgurnar Aldurnar spæla á sandi og Frænur eitur ormurin, sum hann eisini fekk M.A. Jacobsens heiðursløn fyri.
Jens Pauli Heinesen las til lærara í Danmark á Emdrupborg statsseminarium og tók prógvið har í 1956. Hann var lærari niðri eitt skifti, kom so til Føroya og gjørdist lærari við Tórshavnar kommunuskúla 1957. Var eisini lærari við Realskúlan og Venjingarskúlan, fór so frá sum lærari í 1970 fyri at gerast rithøvundur burturav.
Og nú andaðist hann so, 78 ára gamal.










