Jens Martin ætlar at spæla fótbólt trý ár út í eitt

Fótbóltur: Hvar framtíðin hjá landsliðsmálverjanum fer at vera, verður avgjørt seinni í hesi vikuni

Íslendska fótbóltsárið er av álvara farið at halla. Tað eru tvey umfør eftir, og leygardagin 26. september verður liðugt fyri í ár.

Stóri spurningurin hjá Jens Martini Knudsen og hjá Leiftri er, um føroyski landsliðsmálverjin eisini komandi ár fer at verja málið hjá Leiftri, ella um hann verður at finna onkra aðra staðni.

Á Ólafsfirði eru tey sera fegin um at hava Jens Martin Knudsen í málinum, og venjarin, Páll Guðlaugsson, vil sera fegin hava gamla samstarvsmannin hjá sær millum stólparnar. Spurningurin er so, hvat málverjin sigur sjálvur. Hann hevur fleiri ferðir tosað við felagið, men enn er eingin avgerð fallin.

Tá vit fyrr í vikuni tosaðu við Jens Martin Knudsen var heystið av álvara komið á Norðurlandinum og á Ólafsfirði:

? Tað hevur verið sjaskveður, síðani eg kom yvir aftur aftaná landsdystin móti Kekkia. Tað er høgætt, og tað er kalt. Vit venja tvær ferðir um dagin, men tað er ikki frítt, at tað er hvítt og eitt sindur av kava. Tað kennist eisini á lívinum í bygdini, at summartíðin er liðug. Nógv av fólkinum, sum hevur verið her í summar, er farið avstað aftur til útlandið ella til Reykjavíkar, so nú er tað nokk so deyðligt, sigur málverjin.


Vil spæla alla tíðina

Tá vit spyrja, hvussu tað gongur við sáttmálasamráðingunum staðfestir Jens Martin Knudsen, at eingin sáttmáli er skrivaður enn, og hann dylir heldur ikki yvir, hvat tað er, sum hann vil:

? Tað verður farið undir íslendsku kappingina fyrst í mai, og hon endar síðst í september. Tað vil við øðrum orðum siga, at hon er í fimm mánaðir. Skal eg halda fram í Leiftri, so ynski eg, at vit gera ein sáttmála, sum fevnir um alt árið. Gera vit tað, so ber tað við sær, at teir tryggja mær eina minstuløn alt árið.

Men hetta merkir ikki, at Jens Martin Knudsen skal spæla fyri teir í Leiftri alla tíðina. Heldur merkir tað, at hann fer at spæla uttanfyri Ísland tann partin av árinum, tá íslendingar ikki spæla.

Um tað eydnast at fáa sáttmála aðra staðni, so eru teir í Leiftri leysir av Jens Martini ta tíðina, tá hann spælir í øðrum felagi, og tað fer aftur at hava við sær, at hann verður í fullari dystarvenjing, tá tað aftur verður farið undir íslendsku kappingina.

Hetta er leisturin, sum nógvir íslendingar skera sítt fótbóltslív eftir, og hetta er tað, sum Jens Martin hevur í hyggju.


Samráðist við fleiri

Jens Martin Knudsen er 31 ára gamal, og hann vil sera fegin brúka alla sína tíð uppá yrkisfótbóltin tey næstu trý árini:

? Mær dámar væl at vera í sving alt árið, og tað ber væl til. Vit venja nógv, men trýstið er ikki so stórt, sum tað er, tá tú ert noyddur at arbeiða fullan dag og so venja um kvøldarnar.

Men hevur tú fleiri fyrispurningar um møguligar sáttmálar?

? Tað er ein norðmaður, sum býr í Danmark, ið røkir míni áhugamál, og hann hevur fleiri fyrispurningar um samstarv í vetur. Eg kann ikki siga tær akkurát nú, hvaðani hesir áhugaðu eru, men eg rokni við, at hetta verður avgreitt heilt skjótt, sigur Jens Martin Knudsen, sum mest sum útilokar, at hann fer at spæla fótbólt í føroysku kappingini komandi árini.

Íslendingar spæla ymsa staðni í Europa og eisini aðra staðni um vetrarnar, og vit skilja á Jens Martini Knudsen, at tað er møguleiki fyri einum slíkum sáttmála. Hann vil ikki siga, hvagar leiðin gongur, men tað kundi t.d. verið til Belgia, hagar umboðsmaðurin hjá honum hevur selt nógvar spælarar, ella kanska til USA, hagar aftasti maður hjá Leiftri og liðformaðurin, André Martinsson, nú er farin at spæla.


Hava mist nógv fólk

Jens Martin Knudsen roknar ikki við, at Leiftur í landskappingini fer at megna meiri enn fimta plássið, sum teir eru á í løtuni. Leygardagin høvdu teir vitjan av Keflavík, og tað endaði við 1-1, sum eisini var hálvleiksstøðan. Leiftur fekk ein mann útvístan miðskeiðis í fyrra hálvleiki, so teir kundu ikki vera annað enn nøgdir við javnleikin.

Sunnudagin skal Leiftur spæla á útivølli móti ÍBV i Vestmannaoyggjunum. Hetta er sama liðið, sum vann 2-0 í steypafinaluni móti Leiftri. Tá veðrið er ólagaligt tekur tað drúgva tíð at koma í oyggjarnar. Flúgvilíkindini kunnu vera eitt sindur svikalig, og tí fara teir í Leiftri út í oyggjarnar við ferju leygardagin. Hetta ber við sær, at teir fara frá húsum longu fríggjadagin.

? Vit eru illa fyri við fólki. Umframt Una Arge og André Martinsson eru tríggir aðrir spælarar farnir aðra staðni at royna seg. Tveir spælarar eru skaddir, og henda neyðin ger, at teir næstan eru noyddir at fara út í bygdina at biðja fólk, greiðir Jens Martin Knudsen frá.

Tað hevur áður verið tikið til, at tað hevði komið væl við hjá Leiftri, um teir kun-du hjálpt ÍBV at endurvunnið meistaraskapin, tí harvið fær Leiftur rættin at taka lut í Europa Cup fyri steypavinnarar. Men Jens Martini Knudsen dámar einki hatta tosið:

? Mínar royndir eru, at tað roynist illa, tá tú fert at hugsa soleiðis. Tað er best at dríva á, og so fáa vit at síggja, hvat spyrst burturúr, tá kappingin er lokin, er niðurstøðan hjá føroyska málverjanum, sum er einasta uppskotið í Leiftri til ársins spælara í Íslandi. Tað eru venjararnir, sum atkvøða um, hvør skal verða ársins spælari, og tann avgerðin verður almenn, tá kappingin verður liðug um eina góða viku, og Jens Martin Knudsen eftir øllum at døma verður á veg onkra aðra staðni í heiminum at spæla fótbólt og vinna pening. Um hann aftur komandi ár verður at síggja í Íslandi velst um sáttmálasamráðingarnar hesar næstu dagarnar. Men tað er heilt víst, at Jens Martin Knudsen í vetur og tey næstu trý árini fer at brúka alla sína tíð uppá fótbóltin.