Føroyska landsliðshetjan, Jens Martin Knudsen, ið leikti 65 landsdystir fyri Føroyar í sínari tíð heldur at teir føroysku leikararnir kenna álvaran í eygunum, undan dystinum í kvøld.
- Vit hava ein góðan seinna hálvleik at taka við okkum úr Norður Írlandi, og so vænti eg eisini at okkara leikarar eru eyka uppsettir av tí røringini, ið hevur verið kring landsliðið teir seinastu dagarnar.
- Tí trúgvi eg uppá, at vit kunnu reisa okkum í kvøld.
Jens Martin Knudsen verður viðmerkjari á Rás 2 undir dystinum í kvøld.
Dysturin millum Føroyar og Ungarn í kvøld byrjar klokkan 19:45.
Rás 2 byrjaði at senda frá dystinum klokkan 16:00.










