Jens Martin Knudsen venur NSÍ

Legendan í NSÍ venur besta liðið, meðan felagið er í venjaraloysi

 

Silvurvinnararnir frá farna kappingarárið, NSÍ, er einasta felag í Effo-deildini sum enn ikki hevur sett venjara til komandi kappingarár.

 

Sosialurin visti at siga fyri viku síðani at maðurin, ið NSÍ hevði ætlað sær – íslendski, Petur Petursson – kortini ikki fór at vera NSÍ venjari allíkavæl.

 

Sonni Lamhauge Petersen, formaður í NSÍ, greiðir frá, at felagið enn arbeiðir við at finna nýggjan venjara til komandi kappingarár.

 

-       Enn hava vit ikki sett nakran venjara, men vit arbeiða við málinum. Tað er møguligt at okkurt nýtt verður at frætta seinni í vikuni, men tað er tó ikki 100% sikkurt.

 

Sonni Lamhauge Petersen váttar, at NSÍ legendan, Jens Martin Knudsen, í løtuni tekur sær av venjingini hjá besta liðnum.

 

-       Tað er rætt at Jens Martin Knudsen í løtuni tekur sær av venjingini hjá besta liðnum. Tað ger hann saman við Harry Knudsen, hjálparvenjaranum frá í ár og teimum báðum fysioterapeutunum frá í ár, Marjun Thomassen og Boga Olsen.

 

Men enn ber ikki til at siga um Jens Martin Knudsen verður nýggjur høvuðsvenjari í NSÍ.