- Søgan endurtók seg, tí tað var júst sama gongd og sama tíðarlinja sum hjá mammu. Sjúkan er ein sein niðurbróting av likaminum, og hóast dialysa hjálpir, so versnar likamið kortini. Eg visti, at tað bara var ein spurningur um tíð, og eg kundi ikki bara hyggja at, meðan systurin fór gjøgnum hetta.
Tað sigur Jens Martin Knudsen, ið fríggjadagin 13. januar bleiv lagdur undir skurð í samband við, at hann lat annað nýra til systur sína Jónfríð Simonsen, ið hevur sjúkuna polycystisk nýrasjúku.
Sjúkan var farin so illa við nýrunum hjá Jónfríð Simonsen, at læknarnir høvdu avgjørt at sett hana í dialysu og bíðilista til nýtt nýra. Heldur óvæntað bleiv tað lítlibeiggi hennara, ið gav henni tað nýra, ið henni tørvaði til at liva eitt gott lív.
- Tá eg vaknaði eftir skurðviðgerðina hevði eg tað virkuliga gott, og tað havi eg havt líka síðan. Bara tað at kunna lata eyguni upp um morgunin og havi orkuna til dagin er fantastiskt. Tað kláraði eg ikki fyrr. Eg minnist ikki nær eg havi livað so væl, sigur Jónfríð Simonsen.
Til ber at lesa eina longri samrøðu við Jónfríð Simonsen og Jens Martin Knudsen í Vikuskiftis-Sosialinum, ið fæst til keyps í sølubúðum kring landið.