FARVÆL
Jens Martin Knudsen vardi føroyska málið mest sum alt fyrra umfarið sunnudagin. Tá ið nøkur sekund vóru eftir at 1. hálvleiki, fór Jens Martin av vøllinum, og Jákup Mikkelsen fór í føroyska málið at standa.
Hetta var 65. ferðin, at Jens Martin Knudsen umboðaði Føroyar í altjóða skrásettum landsdysti. Umboð fyri pólverska fótbóltssambandið handaði veteranmálverjanum blómutyssi, og í hátalarunum varð greitt frá, at Jens Martin var tann seinasti á føroyska liðnum, sum var við, tá ið Føroyar í 1988 fóru upp í altjóða fótbólt og í 1990 framdu stóra bragdið, sum tað var at vinna 1-0 á Eysturríki í fyrsta EM undankappingardystinum í Landskrona 12. september 1990.
Áskoðararnir í Wronki fagnaðu veteranmálverjanum við lógvabrestum.
Í 65 landsdystum noyddist Jens Martin 169 ferðir í meskarnar eftir bóltinum. Jens Martin Knudsen er elsti spælarin nakrantíð á føroyska landsliðnum. 39 ára føðingardagurin verður 11. juni. Sostatt restaðu honum sunnudagin 14. mai 28 dagar í 39 ára føðingardagin. Jákup Mikkelsen, sum loysti Jens Martin av í Póllandi, og sum nú ivaleyst er meiri tryggur fyrsti málverji, enn hann nakrantíð hevur verið tað áður, er næstelsti føroyski landsliðsspælarin nakrantíð. Hann er føddur 16. august í 1970.
Jens Martin Knudsen sleppur ikki landsliðnum heilt. Avtala er gjørd millum hann og FSF um, at hann skal halda fram sum venjari hjá málverjunum á landsliðnum.









