SPÆLARAHAGTØL
Ofta hevur á hesum síðum verið tikið til felagið, ið bara teir eru limir í, sum hava rokkið 50 landsdystum. Felagið er framvegis eksklusivt, tí tað telur ikki fleiri enn seks limir. Tað er heldur eingin møguleiki fyri, at fleiri fara at gerast limir í hesum felagnum í ár. Næstu møguleikarnir eru Jákup Mikkelsen, sum hevur spælt 32 landsdystir, og Jákup á Borg og Pól Thorsteinsson, sum 31 ferðir hava verið á landsliðnum.
Nú er nýtt felag við at gerast veruleiki. Leygarkvøldið vardi Jens Martin Knudsen, sum verður 37 11. juni, føroyska málið fyri 60. ferð. Bara ein annar føroyskur spælari hevur verið so ofta á landsliðnum. Tað er liðformaðurin, Óli Johannesen, sum ímóti Póllandi spældi landsdyst nummar 64. Óli verður 32 6. mai.
Hesir báðir eru úrmælingar. Leygarkvøldið fór Jens Martin undir sítt seytjanda ár á landsliðnum. Hann var við í fyrsta FIFA landsdystum í 1988, og tað er einki, sum bendir á, at hann ætlar at leggja kongin.
Óli Johannesen, sum fyrstu ferð var á landsliðnum ímóti Ísrael á Svangaskarði í august í 1992, hevur boðað frá, at hann fer at spæla við TB í 2. deild, og at einki fer at broyta hansara trúfesti ímóti barndómsfelagnum. Í fjør fekk Óli at vita frá venjarunum, at hetta fór ikki at økja hansara møguleikar at halda tørn um landsliðssessin.
Í Spania hevur Óli víst, at venjararnir kunnu rokna við honum:
? Óli spældi væl leygarkvøldið, og í venjingunum hevur tað verið hugaligt at síggja, at Óli er væl fyri, og at hann er alla tíðina er millum teir fremstu og tekur uppgávuna sum liðformaður í stórum álvara, sigur Jógvan Martin Olsen.
Leygarkvøldið var Óli Hansen úr NSÍ fyri fyrstu ferð á landsliðnum. Hann er 87. spælarin, sum hevur umboðað Føroyar, í teimum 92 altjóða skrásettu landsdystunum síðani altjóða limaskapin í 1988.
Fróði upp á 25
Leygarkvøldið var Fróði Benjaminsen fyri 25. ferð á landsliðnum. Hetta var samstundis fyrsta ferðin, at hann umboðaði annað felag enn barndómsfelagið á Toftum. Spæliloyvið hjá Fróða er nú hjá Fram í Reykjavík. Fróði er 23. føroyski spælarin, sum hevur spælt 25 landsdystir. Næstur at røkka hesum talinum verður ivaleyst Rógvi Jacobsen. Hann er skrásettur fyri 24 landsdystir. Hann var úttikin til Spaniu ferðina, men hann gav avboð.
Aðrir spælarar høvdu eisini smærri rundar dagar á landsliðnum leygarkvøldið. Christian Høgni Jacobsen spældi landsdyst nummar 20, og Hjalgrím Elttør var fyri tíggjund ferðina á landsliðnum.
Julian Johnsson spældi landsdyst nummar 55. Harvið legði hann Allan Mørkøre afturum seg. Allan var tann fyrri teirra, sum rakk 54 landsdystum.