Jens Marni Hansen, Henning Nicodemussen og Kristoffur Mørkøre fara í annaðkvøld at spæla á Seglloftinum á Tvøroyri. Allir eru teir kendir á føroyska tónleikapallinum bæði fyri live-framførslur og fløguútgávur.
Hetta kvøld spæla teir, umframt egin løg, eisini fleiri coverløg, ið hava gingið sína sigursgongd kring heimin í seinastuni.
Hesum boða fyrireikararnir frá.