Tónleikur
Fríggjakvøldið fer Jens Marni Hansen at undirhalda í Manhattan, ið fríggjakvøldið leggur pall til seinastu konsertina við Høgna Reistrup í hesum umfarinum.
Høgni Reistrup tvífaldur finalistur í Singer/Songwriter kappingini og oddamaður í Lawetz, í báðum samanhangum hevur Høgni víst seg sum ein framúrskarandi sangskrivara. Men leygarkvøldið verður ikki talan um egin løg.
- Eg fari mest at spæla Bob Dylan og tílíkt, sama program, sum eg og Finnur Jensen plaga at spæla, sigur Høgni.
Høgni hevur spælt rættiliga fitt í Manhattan og á Café Natúr, síðan hann kom til Føroyar í sambandi við jólafrítíðina. Men sunnudagin gongur leiðin aftur til Århus, har hann lesur.
Jens Marni Hansen hevur, síðan hann fyrstu ferð gjørdi vart við seg sum næst stuttligasti maður í Kollafirði og sum gittarleikari í Kjølum, verið oddamaður í All That Rain og ein av nógvum oddamonnum í Showmonnum. Men øll árini hevur Jens Marni verið at hoyrt sum einstaklingur við kassagittaranum. Við ráðu røddini er hann uttan iva Føroya besti Bryan Adams tulkari, og skemtiligur sum fáur.