Í vetur skipa Tutl og Jazzfelagið fyri konsertum fríggjakvøld í Perluni í Tórsgøtu í Havn.
Í annaðkvøld fer Jens Marni Hansen á pall. Hann hevur bólk við sær, og sum sæst á myndini, er tað góð manning, ið stuðlar Jens Marna á pallinum.
Í sjeyti- og áttatiárunum skipaði Jazzfelagið fyri konsertum í gomlu Perluni í Vágsbotni, og er tað í eini roynd at vekja aftur eitt umhvørvi við livandi tónleikiní Havn, at felagið er farið undir aftur perlukonsertir í vetur.
(Myndina tók Finnur Hansen)