Tá Toto sangarin Bobby Kimball trínur á pallin í Ítróttarhøllini á Hálsi leygarkvøldið, verður tað framman fyri eina væl upphitaðari áskoðarafjøld. Tað verður nevnliga Jens Marni Hansen, ið fer at spæla áðrenn sjálva konsertina við Kimball.
Jens Marni arbeiðir í løtuni við einari nýggjari útgávu, ið verður hansara fyrsta síðani stórseljaran The Right Way. Jens Marni er í góðum formi, júst afturkomin frá konsertferð í Evropa við Evi.
Leygarkvøldið hevur hann bólk við sær á pallin, og tí er eingin ivi um, at fjøldin verður upphitað við góðum væl svingandi rokktónleiki.
Konsertin við Jens Marna og Toto-løgum framførd av upprunaliga sangaranum Bobby Kimball saman við sínum bólki verður í Ítróttarhøllini á Hálsi nú leygarkvøldið 23. februar. Dyrnar lata upp kl. 20.00.









