Jens Lisberg við nýggjari fløgu og stórdansi

Fløga, stórdansur, Elis Poulsen og løgreglubólkurin 1448. Alt hetta kunnu føroyingar gleða seg til í næstum.Langt er ímillum at eldra ættarliðið kann fara út at hugna sær við góðum føroyskum og heimagjørdum dansitónleiki.

Ein tann fólkakærasti sangskrivarin og tónsmiðurin í landinum er Jens Lisberg. Nú kunnu øll tey, sum elska ein góðan ?sving om?, gleða seg til eina nýggja fløgu við góðum syngvið -og dansiløgum og stórdansi, eitt nú í høllini á Hálsi,men eisini aðrastaðni kring landið. Hendan fløgan er júst tað, øll tey dansiglaðu hava bíðað eftir, og hertil eru tekstirnir framúr góðir og vælskrivaðir, at tað ikki ganga nógvar løtur, áðrenn tú, uttan at hugsa, syngur við.

Nýggja fløgan hjá Jens Lisberg hevur fingið heitið ?Syng ein góðan?. Plátufelagið Tutl gevur fløguna út.

 

Dansur

Leygarkvøldið tann 12. juni kl.23:00, verður stórdansur í høllini á Hálsi við Jens Lisberg. Hetta verður eitt dansikvøld, har m.a. Elis Poulsen fer á pallin. Hann er eitt ?must?, tá ið snýr seg um góðar gamlar slagarar frá dj-pultinum, og hann er eisini tann, sum fyllur dansigólvið, tá tónleikabólkarnir fara í steðg.

Jens Lisberg fer at spæla løg av nýggju fløguni, men sjálvandi verður eisini annað at hoyra.

Sum prikkurin yvir í´ið, verður ein nýggjur, men sera spennandi, dansibólkur eisini á skránni. Hesin bólkurin kallar seg 1448, og tann gløggi sær kanska, at hetta nummar er tað ,sum løgreglan hevur. Tað er ikki av tilvild, tí hesin tónleikabólkurin er samasettur av góðum og dugnaligum løgreglumonnum. Teir koma við góðum undirhaldi og dansitónleiki. Afturat sær hava teir Elis Poulsen á trummum.

Aldursmarkið til stórdansin er sett til 25+.