Jens Lehmann stóð royndina – við hepni

Jens Lehmann spældi sín dyst nummar 200 fyri Arsenal í vikuskiftinum - trý ár eftir at hann spældi dyst nummar 199. Fernando Torres hevur ikki skorað í 648 minuttir, síðani han skifti til Chelsea fyri eina hálva milliard, meðan Manchester United vann á tólvta sinni á rað á Old Trafford.

Fyri trimum árum síðani takkaði Jens Lehmann fyri seg í Arsenal. Fyri einum mánaði síðani var hann aftur í Arsenal, men hesa ferð fyri at fáa venjaraprógv. Jens Lehmann var ein 41-ára gamal gamal týskari, sum nú varð bólkaður saman við Harald Schumacher, Sepp Maier, Andreas Kopke, Bodo Illgner og Oliver Kahn, allir fyrrverandi týskar málmanshetjur. Men hóast Arsenal framvegis er fremsti avbjóðarin hjá Manchester United í oddinum í Premier League, so er málmansstøðan hjá London liðnum so vánalig, at Arsene Wenger valdi at knýta 41-ára gamla málmannin at hópinum.

Byrjar illa hjá Jens

Fyrstu meldingarnar vóru, at týskarin bara var ætlaður sum eykaleikari, men at hann eisini kundi verða ein góður stuðul í skiftirúminum. Men í útidystinum móti West Bromwich Albion vísti Manuel Almunia júst hví Arsenal gongur undir at hava málmanstrupulleikar. Í eini, at síggja til, ófarligari støðu kemur spanski málmaðurin drønandi út úr málinum og tað enda við eini misskiljing, sum ger at West Bromwich skorar. Dysturin endar við javnleiki og á bonkinum situr Jens Lehmann og hugsar sítt. Týski málmaðurin spælur sín fyrsta dyst við eykaliðnum hjá Arsenal, men tapur. Viðmerkjarar hjá Sky Sports eru ikki sannførdir um avrikið hjá honum.

Dystur nummar 200

Sunudagin er Jens Lehmann aftur í hópinum, tá Arsenal er á vitjan hjá Blackpool. Í upphitingini gerst Manuel Almunia skaddur og bráddliga, ein mánað eftir at Jens Lehmann var ein fyrrverandi týsk málmanshetja, spælur hann sín dyst nummar 200 fyri Arsenal – trý ár eftir dyst nummar 199. Í løtuni undan at leikararnar koma á vøllin, er Jens Lehmann í fokus hjá upptøkutólinum.

- Tú mást verja pensionistar í brotsteiginum, sigur ein smílandi Jens Lehmann til dómaran.

Arsenal er nógv betri í fyrra hálvleiki og kundi verið á odda við fleiri málum enn tveimum í hálvleikinum. Jens Lehmann hevur at kalla einki at gera.

Heppin Jens

Seinni hálvleikur er sjey minuttir gamal, tá Arsenal og Jens Lehmann eru um at koma í trupulleikar. Blackpool fer í mótálop og bólturin endar hjá DJ Campbell inn í Arsenal brotsteiginum. Jens Lehmann kemur út úr málinum, men er ov seinur og fær ikki bóltin, men koyrir Blackpool framherjan umkoll. Til alla lukku fyri Jens Lehmann, so endar bóturin hjá Gary Taylor-Fletcher, ið minkar um munin fyri Blackpool. Var bólturin ikki endaður hjá Blackpool framherjanum, so hevði dómarin verið noyddur at bríkslað fyri brotssparki, og so er spurningurin um hann hevði kunna vart pensionistin í Arsenal málinum fyri reyða kortinum. Arsenal hevði ongan eykamálmann á bonkinum. Í samrøðu eftir dystin, segði Robin Van Persie, at hann hevði traðka til, um brúk var fyri honum í málinum.

- Lívið uttan fótbólt er ikki tað sama, staðfesti 41-ára gamli Jens Lehmann í samrøðu við BBC.

Nú verður spennandi at fylgja, til tíðir umstrídda týska málmanninum, í stríðnum at koppa Manchester United av ovastu rók.

648 málleysir minuttir

Tað kom heldur óvart á, tá Fernando Torres síðst í januar boðaði frá, at hann fegin vildi sleppa til Chelsea. Fyri Liverpool viðhaldsfólk var hann ein hetja og tey stóðu sum kánus. Í dag er tað nokk heldur Chelsea eigarin, Roman Abramovic, ið stendur sum kánus. Hann keypti spanska framherjan fyri áleið eina hálva milliard krónur, men í 648 minuttir í dysti fyri Chelsea hevur tað ikki eydnast honum at skora. Samstundis sum tað gongur illa við at raka málið, so tykjast bæði Nicolas Anelka og serliga Didier Drogba trívast illa við at skula deila spæltíð saman við heimsmeistarinum. Søgan í Onglandi er, at tað var Roman Abramovic sjávur, ið vildi hava Fernando Torres til felagið. Seinast Roman Abramovic keypti ein metdýran framherja yvir høvdið á venjarinum var í 2006, tá Andriy Shevchenko kom til felagið frá AC Milan fyri áleið 300 milliónur krónur. Tvey ár seinni varð hann leigaður út aftur til Milan. Árið eftir fór hann fyri einki til Dimano Kyiv, har hann byrjaði sína yrkisleiðs um fótbóltsspælari.

Manchester United heldur fram

Favorittarnir greiddu sínar skyldur í vikuskiftinum. Manchester United, Arsenal, Chelsea og Tottenham vunnu sínar sínar dystir. Sostatt er einki broytt í oddinum uttan at Manchester United nærkast 19. meistaraheitinum. Fyri Peter Crouch kom tað væl við, at tað eydnaðist honum at skora tvey mál í sigrinum á Stoke. Hann bleiv útvístur í fyrr hálvleiki móti Real Madrid í Champions League fjórðingsfinaluni. Ein dystur verður í kvøld, tá Liverpool tekur móti Manchester City.

Í niðari hálvu í Premier League var tað bara Aston Villa, ið megnaði at vinna. Fyrrverandi Liverpool venjarin, Gerard Houllier, er undir stórum trýsti frá Aston Villa viðhaldsfólkunum. Teir vunnu á Newcastle, sum hevði 19-ára gamla Nile Ranger og danan, Peter Løvenkrands, í álopinum. Í eini roynd at fáa útjavnandi málið, skiftu teir Shefki Kuqi inn. Sína millum hava Nile Ranger og Shelfi Kuqi ikki megnað at skora í Premier League í ár. Tað skuldi ikki verður neyðugt at fortalt Alan Pardrew, venjara hjá Newcastle, at hann hevur ein toftamann í hópinum, sum fegin hevði skotið honum eitt mál ella tvey um hann fekk møguleikan.