Ayr United við Jens Kristiani Hansen millum teir fyrstu ellivu kom við sama undanvindi inn í nýggja árið, sum teir høvdu mesta partin av síðsta mánaði. Sjálvsálitið er í topp, og tað sæst aftur á spæligleðini og spælihuginum.
Mánakvøldið var Ayr United á útivølli, og 2?0 sigrinum á botnproppinum Clydebank lyfti føroyska liðið í skotskum fótbólti sær eitt pláss upp á støðutalvuni. Ayr United hevur á sætta plássinum 26 stig og fór eitt stig framum Inverness CT, sum greiddi 1?1 á útivølli móti Livingston. Raith Rovers, sum í síni tíð sendi GÍ úr Europa Cup, er á fimta plássi. Hesa ferð vunnu teir 3?0 á heimavølli móti Dunfermline Athletic. Raith Rovers hevur 32 stig. Teir hava spælt nítjan dystir, meðan Ayr United og flestu av hinum liðunum hava spælt 21 dystir.
St. Mirren er framvegis oddalið, men gongdin hjá teimum er ikki, sum hon var fyrri í kappingini. Eftir tapið á heimavølli móti Ayr United megnaðu teir bara 1?1 á heimavølli móti Greenock Morton. Airdrie, sum Air United síðst vann 5?0 ímóti, tapti hesa ferð á heimavølli 2?0 móti Falkirk.
Stórt sjálvsálit
Skotsku fjølmiðlarnir vita at siga, at Ayr United hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini mánakvøldið. Teir løgdu stórt trýst á beinanvegin, og longu tá tveir minuttir vóru farnir var um reppið, at teir fingu mál, men ungi málverjin hjá heimaliðnum bjargaði væl.
Sjey minuttir vóru farnir, tá Hurst kom ímillum jánkasliga afturlegging, og so var einki at gera hjá málverjanum. Fimm minuttir seinni bjargaði verjuspælari hjá Clydeband á strikuni, og tað hevði ikki verið við síðuna av, um leiðslan hjá Ayr hevði verið størri enn 1?0, tá teir fóru at hvíla seg.
Longu tríggjar minuttir eftir steðgin økti Rogers um leiðsluna, tá hann úr 20 metra fjarstøðu sendi fríspark í kassan. So tóku teir í Ayr sær meiri av løttum. Jens Kristian Hansen, sum í útgangsstøðuni var á miðvøllinum, varð skiftur út, tá 56 minuttir vóru farnir, og seinni vórðu tveir aðrir skiftir út. Heimaliðið royndi at trýsta fyri at sleppa upp í part aftur, men tað eydnaðist teimum ikki at skora.
Komandi leygardag skal Ayr United spæla á útivølli móti Raith Rovers. Jens Martin Knudsen var ikki á liðnum hjá Ayr United mánakvøldið, tá 901 áskoðarar hugdu at. Vit søgdu í síðstu viku, at Jens Martin hevur ikki verið á besta liðnum enn. Tað er rætt, at hann hevur ikki spælt saman við Jens Kristiani Hansen, men hann vardi málið í tveimum dystum á besta liðnum, áðrenn Jens Kristian Hansen kom til Skotlands.