##med2##
Fyri aðru ferð í søguni skal føroyska landsliðið takast við sponsku heimsstjørnurnar. Fyrru ferð var í undankappingini til HM 1998, tá føroyska liðið skoraði trý av teimum seks málunum, sum Spania fekk ímóti. Eitt av teimum var ein perla av einum fluktara frá Jens Kristiani Hansen.
Hoyr samrøðuna við at trýsta á pílin á myndini
Í upptaktini til landsdystin móti Spania í kvøld, hevur FM1 hitt Jens Kristian Hansen. Nú ber til at hoyra samrøðuna á In.fo. Hon verður eisin avspæld stutt eftir klokkan 18 í kvøld, tá FM1 hevur upptakt av Tórsvølli.
Brot úr samrøðuni við Jens Kristian Hansen
- Hatta er málið tey minnast meg fyri, sigur Jens Kristian Hansen, meðan hann sær málið umaftur á sjónbandi. 11. oktober í 1997 er ein dagur, sum fyrrverandi landsliðsspælarin aldrin fer at gloyma.
Árið fyri vinnur Spania 6-2 á Svangaskarði. Todi Jónsson og Uni Arge skora føroysku málini. Todi Jónsson javnar til 1-1, men seinastu tíggju minuttirnar skrædnar í verjuspartinum.
- Eg minnist at vit vóru ikki nøgdir, tí vit lata fleiri mál inn í seinastuni. Tað er eitt sindur keðiligt at tapa 6-2, eftir at hava javnað til 1-1 og hildið teimum til meir enn ein tími er spældur, sigur Jens Kristian Hansen.
##med4##
Frammanfyri áleið 30 túsund áskoðarunum á El Molinon leikvøllinum í norðurspanska býnum Gijon stríðist føroyska landsliðið aftur móti yvirmaktini úr Spania. Luis Enrique úr FC Barcelona, sum í dag er spanskur landsliðsvenjari, hevur lagt heimaliðið á odda, meðan áleyparin úr Real Betis, Oli, hevur økt til 2-0.
Tað er ein minuttir til hálvleiks og Jan Allan Muller fær viðgerð uttanfyri vøllin, meðan John Petersen ikki fær runnið.
- Vit eru bara níggju og ein hálvur spælari á vøllinum, tá frísparkið kemur innfyri. Vinstri bakkurin hjá teimum, Sergi, skallar bóltin útfrá. Eg temji hann og flukti hann í málið við mínum kalda høgra beini, sigur Jens Kristian Hansen við einum brosi. Hann er lámur og tí kemur fluktarin við høgra beini eitt sindur óvart á.
##med3##
Frísparksinnleggið hjá Øssuri Hansen er annars rímiliga vandaleyst. Sergi kundi bara latið bóltin farið afturum baklinjuna, men velur at seta høvdið á bóltin. Løtu seinni sæst Jens Kristian Hansen renna í ovfarakæti upp á tvørs av vøllinum, meðan føroyskum spælararnir hálsfevna nýklakta FM-vinnaran í B36.
Eigur troyggjuna enn
Tað er ikki fyrr enn átta minuttir eru eftir, at Luis Enrique staðfestur sigurin fyri Spania við málið til 3-1. Í 82 minuttir er føroyska liðið væl við í dystinum. Fyri tann tá 26 ára gamla Jens Kristian Hansen er talan um endan á einum fantastiskum ári.
- Vit vunnu FM við einum sterkum B36-liðið, sum hevði sjey landsliðsspælarar. Hetta var endin á einum minniligum kappingarári. Vit vunnu eisini báðar dystirnar á Malta í hesum bólkinum, minnist Jens Kristian afturá.
Hann tók troyggjuna, sum hann skoraði málið í við heim. Á myndini er hann avmyndaður í troyggjuni, sum hann skoraði minniliga málið móti Spania. Hin troyggjan er frá dystinum í 1996 á Svangsakarði. Har býtti hann troyggju við ongan minni enn Fernando Hierro, sum í fleir ár var liðskipari hjá bæði Real Madrid og Spania.
##med5##
- Eg haldi hetta er kanska tann flottast troyggjan eg eigi. Eg havi ongantíð verið tann, sum rennur eftir einum ávísum spælara fyri at býta um troyggju, so eg Fernando Hierro munnu hava staðið við síðurnar av hvørjum øðrum, sigur Jens Kristian Hansen.
Tað hendir seg enn tann dag í dag, at fólk minna Jens Kristian á flúktaran í Gijon, sjálvt um tað eru góð 22 ár síðani.
- Hetta er málið tey minnast meg fyri. Tað verður eisini nevnt í miðlunum av og á. Tá kunnu fólk finna upp á at tosa við meg um málið, sigur Jens Kristian Hansen.
Vit eru væl fyri – men
Jens Kristian Hansen tænir nú sína fótbóltsskyldu í B36, har hann millum annað er partur av venjaratoyminum hjá besta liðnum. Hann fylgir sostatt væl við og roynir eisini, at fara til allar landsdystirnar. Hóast hjartað sigur eitt, so er Spania ein ov stórur biti fyri Føroyar.
- Eg haldi at spælararnir í dag eru nógv betri fyri kropsliga, enn vit vóru. Teir venja nógv meir enn vit gjørdu. Millum annað í styrkirúminum, men eg vænti ikki tað verður nokk móti Spania hesaferð, sigur Jens Kristian Hansen at enda.
##med6##
Í 1996 vóru nøvnini Andoni Zubizarreta, Fernando Hierro, Josep Guardiola og Luis Enrique. Nú eita teir David De Gea, Sergio Ramos, Sergio Busquets og Álvaro Morata.
FM1 sigur beinleiðis frá dystinum, sum verður fríggjakvøldið klokkan 19.45 á Tórsvølli. Sportboxin, har Fótbóltspanelið er seinna tíman, verður frá klokkan 15 til 17. Síðani verður sent beinleiðis av Tórsvølli frá klokkan 18.
##med7##