Aftur í ár varð skipað fyri fríðkanarátaki í Eysturkommunu – hesuferð við heitinum ‘Vakrasti urtagarður’. Tríggir vinnarar vórðu funnir, umframt at 3 herðaklapp vóru givin til aðrar vakrar urtagarðar.
Vinnararnir vóru hesir:
1. pláss: Jonna og Jens Klæmint Jacobsen, Norðragøta
2. pláss: Valborg Jacobsen, Syðrugøta
3. pláss: Anna og Petur Jákup Heinesen, Leirvík
Herðaklapp: Bergitta og Óli Lervig
Herðaklapp: Jóhanna og Eifinnur á Reynatrøð, Leirvík
Herðaklapp: Joan og Jóan Pauli Jacobsen, Norðragøta
Soleiðis skrivar dómsnevndin um vinnandi urtagarðin:
Urtagarðurin hjá Jonnu og Jens Klæminti er serstakur. Hann liggur í Norðragøtu. Har er vindhart og tó hava tey megna at skapað ein gróðrarmiklan urtagarð.
Lendið er væl útnyttað, linjurnar eru bleytar og týðiligar. Hekkur, trø og runnar eru væl skornir, eins og grasvøllurin er væl hildin.
Handverkið er væl útført við arkitektoniskum linjum. Omanfyri hava tey megnað at fingið hagan inn í urtagarðin, sum ein natúrligan part.
Vit meta at hesin urtagarðurin brýtur frá øðrum gørðum, við síni samanrenning av arkitekturi og náttúru.
Ein 3-manna dómsnevndi ferðaðist runt í kommununi og hugdi at teimum ymisku urtagørðunum. Síðan var endaliga metingin løgd fram til móttøku í heyst. Í dómsnevndini sótu Rita Larsen, gartnari og umboð fyri Eysturkommunu, Sædis Eilifsdóttir, umboð fyri borgaran, og Berit L. við Rætt, gartnari og uttanveltað sakkøn.
Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu eru fleiri myndir at síggja frá urtagørðunum.










