Jens Kjeld kann fáa umhvørvisvirðisløn

Norðurlandaráðið fer at lata eina umhvørvisvirðisløn seinni í ár, og her hava fólk skotið upp, at Jens Kjeld-Jensen úr Nólsoy skal fáa virðislønina

Fuglakennarin í Nólsoy, Jens Kjeld-Jensen, er í uppskoti til at fáa umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2020. 

Norðurlandaráðið hevur fingið 112 uppskot til 72 ymisk átøk, sum kunnu blíva tilnevnd virðislønina, og her er Jens Kjeld-Jensen ein teirra. 

Temaið fyri ársins umhvørvisvirðisløn 2020 hjá Norðurlandaráðnum er biodiversitetur, og serligt fokus er á lívfrøði sum kelda til vælferð og fyritreyt fyri okkara tilveru.

4. september verður greitt, hvør av teimum, sum eru í uppskoti, endaliga verða tilnevnd til virðislønina.