Jens Kári frá sum stjóri

Um middagsleitið leygardagin boðaði Framtaksgrunnurin frá, at Jens Kári Vilhelm hevur sagt seg úr starvi sum stjóri í grunninum. Nevndin varð kunnað frammanundan, men landsstyrismaðurin í vinnumálum visti av ongum.

Grunnurin fer í næstum at lýsa eftir nýggjum dagligum leiðara.
Inntil nýggjur stjóri er settur røkir formansskapurin í grunninum dagligu leiðsluna.
Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri visti ikki av hesum frammanundan, og kann tí ikki siga nakað um málið enn.
Í gjár sat hann á fundi í fíggjarmálaráðnum, - ein fundur sum eftir ætlan skuldi vara til út á seinnapartin.
- Eg hoyrdi okkurt graml um at hann var farin frá fríggjadagin. Men annars havi eg onga viðmerking, sigur hann stutt, tá vit fingu orðið á hann um middagsleitið í gjár.
Vit ætlaðu at fáa eina viðmerking frá Jens Kára Vilhelm sjálvum, men hann er í feriu uttanlands.
Dagmar S. Joensen, forkvinna í grunninum var ikki at hitta, og næstformaðurin, Árni M. Dam á Norðskála vildi heldur einki siga, men vísti til forkvinnuna.
Hann váttaði tó, at nevndin visti um avgerðina hjá stjóranum.