Aftur eitt gullheiðursmerki legðist afturat rúgvuni hjá Jens Eriki Rasmussen um vikuskiftið.
Hann hevur átt týðandi leiklut í uppflytingini hjá 07 Vestur í ár. Bóltsnillingurin hevur verið liðskipari hjá vágamonnum, sum tryggjaðu sær gullmerkini leygardagin.
Jens Erik Rasmussen hevur spælt allar dystirnar hjá 07 Vestur í hesum kappingarárinum.
- Eg ætli mær at halda fram, so leingi hugurin er til tað, og eg eri førur fyri at spæla. Tað eri eg framvegis, so eg fari nú at fyrireika meg til kappingarárið í Vodafonedeildini, sigur Jens Erik Rasmussen.
Ungt lið
Jens Erik Rasmussen hevur roynt nógv sum fótbóltsspælari.
Hann hevur spælt við MB, HB, FS Vágum, TB, B36, SÍ, og seinastu trý árini hevur hann umboðað 07 Vestur.
Rasmussen er eisini skrásettur fyri 25 altjóða landsdystir og tvey mál.
Nú er hansara uppgáva at hjálpa teimum ungu vágamonnunum, sum ætlandi skulu mynda felagið í framtíðini.
- Tað eru fleiri ungir og dugnaligir spælarar, sum helst fara at gera seg galdandi í framtíðini. Tað sær spennandi út, sigur Jens Erik Rasmussen, sum skeyt tvey av málunum, tá 07 Vestur vann 4-0 móti Víkingi. Bæði vóru við brotssparki.
Jens Erik Rasmussen er ikki bilsin av, at liðið vann næstbestu deildina í ár, framman fyri KÍ og TB, sum vóru skýrd av hava góðan møguleika at vinna gullmerkini.
- Vit hava gjørt stór framstig gjøgnum kappingina, og tað er uppiborið, at vit eru fremstir. Vit hava verið støðugir, og stigatalvan prógvar, at vit hava verið bestir, vísir Jens Erik Rasmussen á.
FAKTA:
Navn: Jens Erik Rasmussen
Føðingardagur:
Aldur:
Felag:
Pláss: Miðvøllur og framherji
Landsdystir:
Yrkisleið:
1991: MB, Vdf., 11 d. / 3 mál
1992: HB, Vdf., 14 d. / 3 mál
1993: MB, 1. d., 18 d. / 12 mál
1994: FS Vágar, 1. d., 12 d. / 10 mál
1995: FS Vágar, Vdf., 1 d. / 1 mál
1995: TB, Vdf., 11 d. / 3 mál
1996: FS Vágar, Vdf., 24 d. / 11 mál
1997: HB, Vdf., 24 d. / 14 mál
1998: HB, Vdf., 28 d. / 6 mál
1999: HB, Vdf., 27 d. / 7 mál
2002: FS Vágar, 1. d., 27 d. / 14 mál
2003: FS Vágar, Vdf., 25 d. / 4 mál
2004: B36, Vdf., 12 d. / 2 mál
2005: SÍ, 2. d., 16 d. / 14 mál
2006: SÍ, 1. d., 20 d. / 5 mál
2007: SÍ, 1. d., 27 d. / 8 mál
2008: 07 Vestur, 1. d., 28 d. / 21 mál
2009: 07 Vestur, Vdf., 26 d. / 12 mál
2010: 07 Vestur, Vdf., 28 d. / 17 mál
kelda: faroesoccer.com