Jens Eli Ellefsen 70 ár

Hjartaliga tillukku til Jens Eli Ellefsen sum fyllir 70 ár

Á vágaportalinum stóð at lesa herfyri, at 70 ára gamli unglingurin Jens Eli Ellefsen skuldi undirhalda á ikki minni enn tveimum pallum á summarfestivalinum. Og hetta lýsir Jens Eli væl. Sjálvt um aldurin er vorðin høgur, so er lagið altíð gott, og jaliga lyndið skarar framum í øllum gerningum.

Jens Eli býr og er uppvaksin í Miðvági. Hann er ein av átta systkjum. Sonur keypmannin og reiðaran Elias Ellefsen og sjúkrasystrina Sofíu Højgaard Ellefsen.

Jens Eli er uppvaksin í vanliga bygdalívinum. Tá íð tíðini kallaðu dagligu skydurnar bæði ung og gomul til verka. Hann fór tíðliga út á Bakkan at arbeiða fiskaarbeiði hjá pápanum og abbanum, og av hesum arbeiði kom hugurin til vinnulívið.

Hann fór sum 14 ára gamal við sluppuni Viljam Matin, sum abbin úr Rituvík hevði keypt fyrst í 20 árunum, og hevði abbin sluppuna til hann var 94 ár.

Jens Eli sigldi í nógv ár bæði við trolara, slupp og línubáti. Hann gjørdi seg kendan í sjónvapsvarpsfilminum um grønlendska útróðurin. Aftaná at verða lagstur á landi fór hann undir at keypa skip saman við øðrum fyri at útbyggja vinnuna í Miðvági. Sum reiðari keypti hann saman við øðrum Hamraberg, Hamrafoss, Jatnaklett, Føsturvarða, Nýpuvarða og Túgvuvarða. Síðani bygdi hann trolvirkið og reiðivirkið.

Fyri ikki at nevna tá teir brutu úr nýggjum við svartkjaftinum við Giljanes og Reynsatindi, sum hann stóð á odda fyri.

Oman á alt hetta var Jens Eli fyrsti reiðari, sum sendi skip niðan í altjóða sjógv at fiska. Í Loynikrókinum var hann reiðari á fimm trolarum, har 300 føroyingar vunnu dagliga breyðið.

Jens Eli hevur nógv talent. Mest kendur er hann fyri sínar sangir og sítt jaliga veitslulag. Hann hevur verið serliga aktivur í bygdalívinum í Miðvági, og seinastu nógvu árini hevur hann eisini verið fastur sangari í Miðvágs kirkju.

Jens Eli er giftur við Emmy Lauritsen úr Sørvági og eiga tey Sonfinn, Kitty May, Elin og seks ommu og abba børn.

Vit fara at ynskja 70 ára gamla unglinginum hjartaliga tillukku við degnum. Má hann liva nógv góð ár afturat - okkum til gleði.

Vinur