Jens í Dali var frammarlaga í øllum, sum hevði við sigling og fiskivinnu at gera báðumegin aldaskiftið. Hann var sonur Andreas Andreasen, skræddaran í Dali, sum bygdi húsini yviri í Dali í Havn. Mamman var Anna Elisabeth Johannesen, dóttir Dímunar Jóannes.
Ein beiggi Jens var Poli í Dali, eisini kendur sum slóðbrótari innan fiskiskap og øðrum økjum sum mjólkaforsýningina. Poli gekk burtur við Oliviu í 1912. Onnur systkin vóru Andrias, giftur við Elsu Debes í Havn, Jóhanna, gift fyrst við Christian Paula Ziska úr Klaksvík og síðan við Marius Jensen av Sandi, Anna Margretha, gift við Sigmund Arge í Havn og Tomina gift við Andrias Jensen av Sandi. Hann var beiggi Marius.
Jens fór til skips 16 ára gamal við hetlendingum í 1876. Hann var við teimum í fýra ár undir Føroyum og Íslandi. Tað eina heystið, teir komu undan Íslandi, var ikki veður at seta inn í Føroyum, og tískil fór hann við til Hetlands, har hann var verandi fyri veturin og helt til hjá skiparanum á »Energy«. Her hevur hann uttan iva fingið íblástur til nýhugsan.
Í 1880 fór hann at sigla við skonnartini »Johanne« hjá M. C. Restorff og øðrum og var við henni til 1882, tá hann fór á stýrimansskúla í Bogø í Danmark.
Afturkomin haðani førdi Jens í Dali ymisk skip í farmasigling og til fiskiskap. Í 1886 hevði hann »Plover« hjá Thomsen á Tvøroyri. Hetta árið hálaði hann av undir Íslandi og royndi frá sjálvum skipinum heldur enn frá bátum.
Thomsen helt hetta vera so vandamikla gerð, at Jens fekk ikki skipið aftur at føra. Skjótt gjørdist hetta kortini fremsti fiskiháttur hjá føroyingum.
Í 1890 keypti hann sítt fyrsta skip »Beautiful Star« úr Onglandi, og í 1892 keypti hann »Dauntless«.
Ætlaði at byrja innanoyggjasigling
Í 1895 hevði hann ætlanir um at seta motor í Dauntless og brúka tað til innanoyggjasigling. Áðrenn meira varð gjørt burtur úr ætlanini, høvdu Mortensens menn á Tvøroyri bygt dampskipið »Smiril« í Svøríki.
Í 1896 keypti Jens sluppina »Cyclone« úr Onglandi, í 1898 »Atlantic« og í 1899 »Phebe«. Hetta sama ár býtti hann um skip við Godtfred Heinesen í Miðvági. Heinesen fekk »Dauntless« og Jens »Gauntlet«.
Í 1899 sendi Jens eina konvoy av skipum til Íslands at fiska kalva til farmaskip, og um aldaskiftið var hann við í royndunum at selja lakasaltaðan fisk í Hollandi. Saman við Søren Müller stovnaði hann bedingina á Skála.
Fyrst í øldini fiskaði hann sild undir Føroyum og Íslandi og fekk eitt sindur burturúr. Næsta skipið, sum Jens keypti, var »Inflexible« í árinum 1900, og árið eftir keypti hann »Vigil Star«. Partafelagið »Philadelfia«, har Jens var størsti partaeigari, keypti »Zion« í 1903, og í 1904 keypti Jens sluppina »Ruth« úr Íslandi. Sama árið keypti hann »Boreas«. Jens førdi tey flestu av hesum skipum av og á. Seinasta árið, hann var til skips, var í 1914. Seinasta skipið hann keypti var »Knørrur« í 1922. Hann var bygdur sum minusveipari í Quebeq í Canada í 1919.
Jens sá møguleikar í Grønlandi. Í 1909 søkti hann um at sleppa til Grønlands at læra grønlendingar at fiska, men fekk ikki loyvi. Í 1914 lat hann sluppina »Boreas« fara grønlandstúr, og í 1925 gjørdi hann »Knørr« út til grønlandsfiskiskap. Tað var árið, tá ið gongd kom á føroyskan grønlandsfiskiskap.
Jens var eisini undangongumaður á øðrum økjum. Hann var við til at stovna ta fyrstu skipatryggingina í Føroyum, sum gjørdi, at lættari var hjá monnum at hava skip.
Jens var kendur fyri at vera sera røkin. Poli og Jens gingu á odda at fáa tað gjørt liviligari umborð á føroyskum skipum.
Legði grundarlagið undir navigatørútbúgvingina
Jens gjørdist kendur sum ein ið legði grundarlagið undir okkara navigatørútbúgving saman við fleiri øðrum skiparum.
Hann bygdi sær sethús í C. Pløyensgøtu í 1886, og 1. november 1893 fór hann at undirvísa navigatørum í kjallaranum hjá sær sjálvum. Hetta var sama dag, sum Jens Mohr byrjaði at undirvísa heima hjá sær. Hann er fyrr umrøddur í hesi røð.
Í fyrsta umfari helt Jens skiparaskúla í tríggjar vetrar. Tá kom steðgur í í nøkur ár, men veturin 1900-1901 byrjaði hann aftur. Hóast einans 14 ára gamal gekk sonur hansara Jens Pauli eisini uppá skúla hendan veturin, og hann var samstundis hjálparlærari hjá pápanum.
Jens helt nú skiparaskúla fram til 1905, tá ið Jens Pauli tók yvir. Seinni var tað Jens Pauli, sum stundum hjálpti pápanum at halda skúla. Seinasti árini hevði Jens skúla yviri í Trøð.
Jens Pauli gjørdist seinni stjóri á Føroya Sjómansskúla, so sigast kann, at Jens legði grundarlagið fyri honum.
Jens giftist við Mariu Dam. Hon var systir Jens Dam, sum var umrøddur í seinasta part av hesi røð.
Jens og Maria vóru millum tey fyrstu í brøðrasamkomuni. Tey vóru millum tey sum meldaði seg úr fólkakirkjuni í 1895. Hetta bræv er til skjals.
Tey fingu børnini Jens Pauli í Dali (1886-1960), Jóhanna Elisabeth Andreassen, f. 1889 og Hillebert Andreassen, f. 1892.
Tað er tað sjáldsama við gravsteininum, at pápi Jens, Andreas eigur áskriftina hinumegin. Teir tykjast at vera jarðaðir »høvd móti høvd«.
Keldur:
Jógvan Arge
Óli Olsen
FF-blaðið
- men Gud gav vøkst
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt frá Margrethu og Georg Lindenskov, sum eru upprunin til kendu Samuelsen sambandsættina