Jens Andreasen 50 ár

Mánadagin 14. apríl, summarmáladag, varð Jens Andreasen, fimmti ár.

Jens er havnarmaður. Foreldrini eru Kirsten og Leivur Andreasen. Børnini hjá teimum eru Maria, sum er sjúkrasystir og Jens, sum er lækni.
Jens er giftur við Ebbu, dóttir Fíu og John Høj í Klaksvík. Hon er sjúkrasystir. Ebba og Jens eiga fýra børn: Kirstin, sum lærir til sjúkrasystir í Keypmannahavn, John, Rakul og Sára.
Jens tók studentsprógv í Hoydølum í 1975. Eftir í eitt skifti at hava verið læraravikarur í Eysturskúlanum fór hann til Århus at læra til lækna, og hann leyk prógv í januar í 1985. Fyrsta árið eftir tað arbeiddi hann á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so var hann tvey ár á Landssjúkrahúsinum, eitt skifti í Piteå í Svøríki, eitt ár kommunulækni í Sandoyar læknadømi og eftir eitt ár í Roskilde hevur hann síðani í 1993 verið á medisinsku deildini á Landssjúkrahúsinum. Tað er eitt ár síðani, at hann gjørdist deildarlækni á B6. Eitt nú tekur Jens sær av diabetis ambulatorinum.
Jens er formaður í felagnum fyri yngri læknar. Tað starvið hevur hann røkt seinatu seks árini.
Umframt frá læknaarbeiðnum er Jens kendur sum sangari. Hann hevur framúr tenorrødd, sum hann síðani á heilt ungum árum hevur ríkað sangkórið í Ebenezer við. Seinastu mongu árini hevur hann eisini verið partur av Dupultkvartettini í Ebenezer.
Jens er tónleikaáhugaður. Hann er góður gittarspælari, og sum ungur gekk hann til klaverspæl hjá Turið Waagstein Rasmussen, og honum dámar framvegis væl at seta seg við tangentarnar, men tað er mest til húsbrúk, sum tað verður tikið til.
Leivur í Ullvøruhúsinum hevur verið góður handverkari, og sonurin hevur arvað evnini. Honum dámar væl at fáast við jarnsmíð. Hann smíðar lampur, stakar og borð, tá ið hann koblar úr frá strævna læknaarbeiðnum, ið hann gongur so sera nógv uppí.