Jenny, ið er 22 ára gomul, byrjaði sum hjálparfólk á Hotel Hafnia sum 15 ára gomul, serliga arbeiddi hon sum tænari.
1. september 2000 fór hon í læru sum receptionistur á Hotel Hafnia. Lærutíðin hevur sostatt verið 3 ár og 2 mánaðir.
Jenny hevur verið 3 skifti á 10 vikur á Aalborg Tekniske Skole, har hon hevur tikið ástøðiliga partin.
Hon fekk medalju fyri besta karakterin á skúlanum, og tvey onnur heiðursprógv, eitt fyri at vera besti næmingur í flokkinum og eitt fyri ídni og dirvi at flyta seg fakliga.
Verkætlanin (projektið), sum hon gjørdi til royndina, var um føroyska ferðavinnu, serliga við atliti til ferðamannaskip
3. oktober fekk hon prógv og heiðurstekin handað á Aalborg Tekniske Skole.
Lærumeistari hennara hevur verið Sunniva Arge.
Jenny er dóttir Súsonnu og Alexander Samuelsen í Havn.