Jenny Petersen á Bakkanum í Fuglafirði 80 ár 7. apríl

Ein tann síðsti kollfirðingurin, Jenny Petersen, vina mín, verður áttati ár 7. apríl í ár.

 

Ein tann síðsti kollfirðingurin, Jenny Petersen, vina mín, verður áttati ár 7. apríl í ár. Hon ber skaldanavnið við sær, Kollfjarðarkonan, sum er so vakurt at ikki eitt dism av hóttandi kvasirytmum úr Fuglafirði hava nartlað av uppruna hennara. Hon hvílir í sær sjálvum, samtíðis sum Jenny er úr Kollafirði , er hon í sinn og skinn ein Bakkakona.

Hon hevur búð her norðuri meira enn eina hálva øld. Mong av teimum, sum vit vóru góð við, liggja nú undir grønu torvu. Mannin ? Hjalmar, misti tú, har lívið kundi givið tykkum væl av árum í blíðum kærleiksvindi saman, men so var ikki. Men Jenny steðgaði ikki upp, hon fór undir dagin væl hjálpt av børnunum og í mínum eygum, er hon eins og ein guðinna av Bakkanum.

Enn síggja vit teg fara eftir Ovara vegi við føstum fetum við einum kollfjarðarsmíli. Andin av degnum røkkur eisini til okkum, sum hava traðkað okkara barnaskógvar á Bakkanum, og siga skal eg tær, vina mín, at mær hóvar so sera væl títt ?kollfirð-ianska? lyndi , smíl og orðafar. Fáur dugur sum tú, at síggja tað lætta í tí dagliga og bara við einum trimum orðum, at fáa smílið at lýsa fyri degi, so lagið verður betri. Tá ið svá er, ja, so verður alt ljósari og lættari. Hetta er ein dygd.

Mong ein løta er farin eftir vegnum í góðum práti av Posthúsinum, frá Haraldsen og Keypssamtøkuni.? Hetta eru bara orð?, kundi onkur sagt, ?sum lítlan og ongan týdning hava?; men soleiðis er tað ikki. Hetta er rót føroysk mentan at fara kant av kanti og skifta orð sína millum um bygdalív og heimsins viðurskifti. Hetta er heimsspeki, tí bygdakvinnan og bygdamaðurin eru heimsborgarar (kosmopolittar)

Hóast gingið verður við einari innkeypstasku, tá ið onnur ganga við einari strongdari, svartari skjáttu við nýmótans hvølpalási á, so er meiri skaldskapur í tínari keypskjáttu. Ja, tað er munur á, og hann er heldur ikki so lítil.

Ikki veit eg, nær tú sært best út, um tað er við keypsskjáttini, ella tá ið bingoskjáttan er á lofti, ella tá ið tú sum heimsborgari fert til Týsklands at vitja dótturina. Ikki dugi eg, at taka dagar millum hesi viðurskifti, men eitt veit eg, tú hevur búð á Bakkanum í Fuglafirði næstan alla mína tíð. Tú ert millum teir síðstu, ektaðu kollfirðingarnar her á landi, hóast tíni ár í Fuglafirði. Tað svitast ikki.

Ja, Jenny, takk fyri gott prát í tí farna og hjartaliga til lukku við teimum áttati árunum og gott lívskvøld.


Heilsan Frits