Hon var fødd 1927 í Miðvági sum tað fjórða av átta systkjum. Foreldrini vóru Aksel Niclasen og Thomina Niclasen, fødd Johannesen, bæði úr Miðvági. Abbi bygdi hús í býlinginum Í Húsi í Miðvági og her búleikaðist familjan. Vanligt var tá, at maðurin baldist á sjónum stóran part av árinum, meðan móðirin helt saman upp á heimið. Mangan hava vit børn fingið fortalt, hvussu smá korini vóru, serliga í tríatiárunum, etið var av felags trogi, og einki mátti fara til spillis. Men samstundis var altíð undirstrikað, at eingin sat svangur. Og hóast klæðini ikki altíð vóru so fín og nýggj, so vóru tey altíð heil og rein. Og grind fingu tey til døgurða so at siga hvønn dag, tó uttan sunnudag. Men tað var nú heldur ikki so løgið, tá ið man er uppvaksin í Miðvági, størsta grindaplássi í Føroyum.
Níggju ára gomul fekk mamma tuberklasjúkuna og var innløgd á sjúkrahúsinum, har hon var í 10 mánaðir. Tað var í hesum tíðarskeiði, at hon gjørdi av, at hon skuldi vera sjúkrasystir.
Tá ið seinni heimsbardagi brast á, sigldi abbi við Nýggjaberg og var ein av teimum, ið fórust í 1942, tá ið skipið ikki kom aftur. Omma var tá 38 ára gomul og sat eftir við sjey børnum og einum undir belti.
Í 1946 fór mamma til Havnar og fekk arbeiði sum gongsgenta á sjúkrahúsinum. Árið eftir byrjaði hon á sjúkrasystraskúlanum. Hesa tíðina búði hon í barakkini, har sjúkrasystranæmingarnir vanliga búðu.
Í 1947 hitti mamma komandi manni sínum, Daniel Johannes Kragesteen, vanliga nevndur Hannis. Tey hittust í Sjónleikarahúsinum og 18. januar 1951 giftust tey.
Babba var Havnarmaður, føddur 3. apríl 1928 og var sonur Hjalmar Kragesteen og Fíu, fødd Debes, og var yngstur av seks systkjum. Babba vaks upp á Krákusteini í hjartanum á Havnini. Sum 14 ára gamal fór hann í smiðulæru hjá Askham, og tá ið hann var útlærdur, fór hann at sigla við ymiskum fiskiskipum sum fýrbøtari, m.a. við Kallsevni, Tróndi í Gøtu og Stella Argus. Seinni fór hann á maskinmeistaraskúla og var útlærdur sum maskinmeistari í 1954. Fór so aftur at sigla við Stella Argus, men fekk kjans við Tjaldrinum stutt áðrenn Stella Argus fórst.
Tey næstu 20 árini sigldi babba við ymiskum skipum hjá Skipafelagnum, fyrst við Tjaldrinum, síðani m.a. við Bliki, Falki og Lómi, meginpartin av tíðini sum maskinsjefur. Í 1976 fór babba í land og byrjaði at arbeiða hjá Leif Mohr, har hann serliga arbeiddi við frystaríum. Í 1995 gjørdist babba sjúkur og andaðist 22. februar 1996.
Eftirkomarar hjá mammu og babba eru trý børn, 8 ommu- og abbabørn, og higartil 6 langommu- og abbabørn.
Í 1950 var mamma útbúgvin sjúkrasystur og fram til 1994 arbeiddi hon á sjúkrahúsinum so at siga uttan slit. Gjøgnum tíðina hevur hon arbeitt á flestu deildunum, men seinast í sekstiárunum byrjaði hon at arbeiða á føðideildini. Hetta dámdi henni serliga væl, og hon var verandi á hesari deildini restina av starvstíðini. Eitt skifti var hon eisini virkandi deildarsjúkrasystir. Arbeiðið hugtók mammu sera nógv, og hon gekk inn fyri tí við lív og sál. Fyri at betra um viðurskiftini hjá barnakonunum, fann hon upp á at evna til ein serliga fjálgan brósthaldara. Hesin varð væl móttikin, og tað vísti seg at áhugi var fyri at seta eina framleiðslu í gongd av hesum serligu brósthaldarunum. Tað kom enntá so langt, at hon fekk patent upp á sniðið.
Síðani tíðliga í 60 árunum hevur mamma mangan ferðast við sjúklingum til Danmarkar. Og tá var sjúkraflutningurin fyri tað mesta við skipi. Seinni, tá ið reglulig flogferðsla tók seg upp, var tað henda veg at sjúklingar vórðu fluttir.
Og væl hevur mammu altíð dámt at ferðast og var manga ferðina við teimum skipum, sum babba sigldi við. Serliga minnilig var ferðin á sumri í 1966 við Bliki, tá ið øll familjan var við. Farið varð fyrst til Íslands, síðani til Spania, so til Portugal fyri at enda í Danmark og Noregi. Hetta var ein upplivingarrík ferð, sum vardi ein góðan mánað við hita sól og nógvum spennandi inntrykkum, sum blivu varðveitt fyri lívið.
Eftir at hava búð í fleiri ár úti á Krákusteini hjá abba, flutti familjan í 1963 í nýbygdu húsini í Mortansstovubrekku, sum var eitt av teimum fyrstu, sum JPG teknaði. Og tað var stórt umskifti at flyta úr einum gomlum húsum við ongum hentleikum í eitt nýtt hús við miðstovuhita, wc, baðikari og øðrum nútímans.
Í 1970 tók mamma koyrikort og keypti sær bil, og var millum tey fáu konufólkini, sum høvdu koyrikort tá.
Mamma hevur altíð verið sera virkin. Gekk til fimleik og áðrenn svimjihylurin kom í Gundadali síðst í fimtiárunum var ikki óvanligt at svimja á sjónum. Tá ið svimjihøllin kom fyrst í áttatiárunum, byrjaði regluliga svimjingin við Morgunfrúunum – alt árið. Og mamma er við har enn, svimur trúliga tríggjar ferðir um vikuna.
Á sumri í 1994 fall mamma fyri aldursmarkinum, og á hennara seinasta arbeiðsdegi var skipað fyri hátíðarhaldi á sjúkrahúsinum.
Hóast mamma nú rundar tey áttati, er ferðahugurin enn í besta blóma. Hon fírir ikki fyri at taka flúgvaran til Danmarkar ella at fara við farmaskipi til Onglands at vitja systrar sínar har. Og tráanin at leita eftir sólini er enn stór, tað verið seg at ferðast til Miðjarðarhavið ella Kanarisku oyggjarnar. Longsta ferðin hjá henni man tó hava verið til Nepal fyri einum 4-5 árum síðani.
Góða mamma, hóast nógv ferð hevur verið á hjá tær, og nógv hevur verið at takast við, so hevur tú altíð verið til staðar, tá ið vit børn hava havt brúk fyri tær, og tað vilja vit takka tær fyri. Við hesum orðum vilja vit ynskja tær hjartaliga tillukku á 80 ára degnum.
Føðingardagurin verður hildin sunnudagin 1. juli hjá Tórgunn í Áargeil 5 millum kl. 9 og 16, og øll eru vælkomin.
Eyð, Tórgunn og Jón











