Jennifer kopierar Angelina

Tær hava tað til felags, at tær báðar hava havt Brad Pitt sum maka. Og nú vilja útlendskir miðlar vera við, at Jennifer Aniston kopierar Angelina Jolie, tá ið hon vísti seg til ársins Oscar handan.

 

Hósdagin valdi 43 ára gamla Jennifer Aniston at lata seg í ein kjóla, sum minnir nógv um tann, sum Angelina Jolie var í, tá ið Oscar handanin var á skránni fyrr í ár. Hósdagin var

American Film Institute Live Achievements í Los Angeles, og tað var her, at Jennifer Aniston vakti ans hjá miðlunum.

 

Hóast miðlanir vildu vera við, at kjólin hjá Aniston var heilt líkur tí hjá Jolie, so var tað eisini hennara posering, sum líktist nógv onkrum kendum..

 

Eftir Oscar handanina í februar ferðaðist ein mynd av Jolie runt allan heimin, har Jolie vísti nærum alt beinið á myndini. Og tað er júst tað, sum Aniston eisini gjørdi hósdagin.

 

Slaturmiðlanir hava í øllum førum gjørt av, at Aniston við hesum vildi kopiera nýggju konuna hjá Brad Pitt, men spurningurin er um hetta veruliga til tilfeldi, ella um talan bert er um

tilvild.

 

Hetta veit bt.dk