Jenis: Vit hava brúk fyri einum undri í dag

Í dag verða broytingarnar í hjúnabandslógini væntandi endaliga samtyktar

Í dag verður endaliga atkvøðugreiðslan um broytingarnar í hjúnabandslógini, sum hava við sær, at samkynd kunnu ganga saman í skrásett parlag. Í løtuni er triðja viðgerð av málinum í løgtinginum, og sannlíkt er, at málið verður samtykt. Eftir aðru viðgerð vóru 19 tingfólk fyri og 14 ímóti.


Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, er eitt av tingfólkunum, sum er hart ímóti broytingini í hjúnabandslógini. Hann heldur, at brúk er fyri einum undri, um málið ikki skal verða samtykt.

- Sum sjáldan áður verður í hesum døgum víst á týdningin av at fylgja teimum serkønu, í fiskivinnumálum, í búskaparmálum, í pensíónsmálum- og vit kundu hildið á. Fer man at fylgja ráðum teirra serkønu í hesum so grundleggjandi máli týsdagin? Velur man Guds ætlanir fyri hjúnabandinum ella velur man egnar ótryggar leiðir? Fara løgtingsfólk at taka við ella vanvirða tilmæli hægsta sekunnleikans, spyr Jenis av Rana.

- Gævi at minst 17 av løgtingsfólkum okkara velja at fylgja Harranum týsdagin. Men greitt er, at einans eitt undur frá Honum kann virka hetta. Latið okkum, børn Hansara um alt landið, biðja um, at undrið hendir, sigur Jenis av Rana.