- Johanna Sigurdardóttir átti at stungið fingurin í jørðina, og kannað hvussu hugburðurin er í Føroyum um samkynda líviháttin, sigur Jenis av Rana í dag við Politiken. Danskir, íslendskir, amerikanskir og ein ørgrynna av øðrum miðlum kring heimin hava tikið diplomatiskur kreppuna í Føroyum upp, og seinasta dømi er Politiken, sum í dag hevur eina samrøðu við Jenis av Rana.
-Tað eru summi í Føroyum, sum ynskja skrásett parlag, men tað fer at fella. Eg havi fólkið á mínari síður, sigur Jenis av Rana við Politiken.