Jenis var við til at skerja blokkin!!

Hóast Jenis meir enn nakar annar tekur Jesuspápa til inntøku fyri sínum politikki, himprast hann ikki við at manipulera/lúgva.

Miðflokkurin tvíheldur um, at hann var ímóti blokkniðurskurðinum. Seinast førir Jenis av Rana hetta fram í kjakarínum mikudagin.

 

Blokkniðurskurðurin orsakað av Yvirtøkulógini

Men hvør er so sannleikin? Jú, orsøkin til, at blokkurin frá 2002 at rokna varð skorin niður við út við 400 mió. kr., er yvirtøkulógin frá 2001. Við hesi lóg yvirtóku vit fíggjarligu ábyrgdina av nøkrum av málunum og málsøkjunum á lista A (fólkaskúlin, læraraútbúgving, frítíðarundirvísing, handils-, tekniskir-, maskinmeistara- og maskinistskúlar og almenn forsorg). Kostnaðurin av hesum yvirtøkum var 366 mió. kr.

 

Ikki færri enn 5 ferðir verður í viðmerkingunum til lógaruppskotið víst á, at blokkurin fer at minka, um uppskotið verður viðtikið:

1. ferð: ... at taka yvir hesi mál og málsøki við atliti at lóggávuvaldi, heruppi í fíggjarvaldi ...

2. ferð: ... fer at hava avleiðingar fyri inntøkur á fíggjarlógini við tað, at heildarveitingarnar úr

Danmark verða lækkaðar samsvarandi yvirtøkunum.

3. ferð: ... heildarveitingarnar lækka sostatt 356 mió. kr. ... (seinni broytt til 366 mió. kr.)

4. ferð: .. oman fyri standandi metingar av fíggjarligu avleiðingunum eru sostatt at skilja sum ein

lýsing av ...

5. ferð: ... avleiðingar av uppskotinum: Fíggjarligar/búskaparligar avleiðingar fyri

landið/landsmyndugleikar: Ja.

 

Miðflokkurin tók undir

Jenis av Rana tekur undir við uppskotinum, hóast hann í álitinum m.a. sigur:

... Miðflokkurin førdi fram, at vit ikki kundu loyva okkum, gjøgnum einvísa minkan av blokkinum ...

Heilsuverkið hevur neyvan í nýggjari tíð nakrantíð verið so órøkt og niðurundirkomið ... gomlu okkara liggja hjálparleys ... viðurskifti teirra brekaðu og sálarliga veiku eru katastrofal ... føroyska skúlaverkið er so illa umsitið, at tað meira og meira tykist fara í upploysing ... og vit kundu hildið á við dømum um eitt samfelag í órøkt ... Tí kenst tað fleirfalt løgið, at landsstýrið einvíst ætlar at byrja lækkan av heildarveitingini (blokkinum) ... Miðflokkurin metir hesa ætlan høpisleysa, serstakliga í tí vána støðu nógvir samfelagsbólkar búleikast undir. (Sitat endað).

 

Jenis av Rana atkvøddi fyri

Men hvør atkvøðir fyri uppskotinum við 2. viðgerð 21.09.2001 og við 3. viðgerð 28.09.2001: jú, tað ger Jenis av Rana!!!!

 

Avgerðin um blokkniðurskurð er tikin við Yvirtøkulógini, og at Miðflokkurin við neyðugu fylgilógini hevur atkvøtt ímóti, er málinum púra óviðkomandi (í viðmerkingini til fylgilógina stendur: ... Hetta er beinleiðis úrslit av, at endaliga yvirtøkan ... varð framd .. (Yvirtøkulógin) ...(sitat endað)).

 

Kanst tú leypa á bláman og ikki blíva vátur? Tað kundi Móses, tá ið hann leiddi ísraelsfólk tvørtur um Reyðahavið, men Jenis? Nei!! Er Miðflokkurin djúpt óseriøsur??

 

(Sí www.logting.fo > Tingmál > Løgtingstíðindi 1880-2006 > 2001 > Vanlig tingmál > 5.Uppskot til løgtingslóg um at taka yvir málini og málsøkini á lista A í heimastýrislógini (Yvirtøkulógin)).