Tað var ein sera hulin samgonga, sum gjørdi viðmerkingar til framtíðina hjá Jørgeni Niclasen sum fiskimálaráðharra, og fleiri av samgongulimunum, høvdu valt at sløkkja fartelefonina í gjár. Tí var trupult at fáa viðmerkingar um eitt møguligt misálit í gjár.
Eftir ætlan skuldi Tjóðveldisflokkurin hava fund í gjár klokkan 17. Sambært tjóðveldisfólki var hetta ein regluligur fundur, men eingin duldi fyri, at eitt møguligt misálit á Jørgen Niclasen var høvuðsmálið á fundinum.
Heini O. Heinesen í Tjóðveldisflokkinum var tó ein av teimum fáu, sum gekk við tendraðari fartelefon í gjár, og við Sosialin segði hann seg taka støðu í tingsalinum, men hann metti ikki, at Jørgen Niclasen hevði "tacklað hetta málið rætt", sum hann málbar seg.
? Tað er ikki problemið hjá Tjóðveldisflokkinum, at ein landstýrismaður hjá Fólkaflokkinum ger er í trupulleikum Men ein landstýrismaður er altíð í vanda, eisini um hann einki skeivt hevur gjørt, sigur Heni O. Heinesen.
Tingsins trúvirði i vanda
Hann helt tað vera skeivt av Løgtinginum í síni tíð at samtykkja lógina um umskipan av lánum hjá fjarfiskaflotanum, tí hetta var tað sama sum at geva ein blankokekk, sigur Heini O. Heinesen, sum leggur dent á, at hann ikki atkvøddi fyri lógini. Hann heldur tí, at tað kundi skalað trúvirðið hjá tinginum, um atkvøtt varð fyri misáliti, tí tingið hevur jú sjálvt samtykt lógina.
Heini O. Heinesen metir, at Jørgen Niclasen hevur gjørt nógv, sum er nógv verri enn júst tað sum kanningin hjá Turið Debes Hentze fevndi um. Sum dømi nevnir tjóðveldistingmaðurin, tá ein norskur línubátur varð tikin inn í flotan á sinni. ? Tá royndu eg og Jákup Sverri Kass at gera okkurt við málið, men eingi áhugi var fyri tí, sigur Heini O. Heinesen, sum kortini viðgongur, at tað broytir støðuna, tá eitt mál er viðgjørt av einum kanningarstjóra. Hann heldur, at tað er torført at finna niðurstøður í kanningini hjá kanningarstjóranum, og serliga orðingin í Stýrisskipanarlógini, sum ljóðar "eftir góðum umsitingarligum siði", verður mett ógvuliga individuelt, av tí sum skal taka støðu slíkum málum.
Ein kanning er ikki ein dómur
Hinvegin er ein kanning hjá einum kanningarstjóra ikki ein dómur, sigur tingmaðurin úr Kunoy, sum sáa nakran iva í sambandi við sjálva kanningina. Men sum nevnt heldur Heini O. Heinesen hetta ikki vera nakað stórt mál samanborið við so nógv onnur. Men tað stóra í tí er kortini, at tað er farið til ein kanningarstjóra, sigur Heini O. Heinesen, sum heldur, at Jørgen Niclasen átti at lagt frá sær. Men hann leggur kortini afturat, at eingin fer væl av, at annar fer illa.
Annita onga viðmerking
Hergeir Nielsen, tjóðveldismaður úr Suðuroy, vil ikki gera stórvegis viðmerkingar til málið um Jørgen Niclasen. ? Mín støða er greið. Nú má bera ella bresta hjá samgonguni. Men hendan samgongan hevur klárað so nógv higartil, at hon man eisini fara at klára hesa støðuna, sigur Hergeir Nielsen.
Hvørgin av tjóðveldiskvinnunum, sum eru valdar í Suðurstreymoy, Annita á Fríðriksmørk og Kristina Háfoss, vildu gera nakra viðmerking til Sosialin. Hetta er ein nýggj støða, tí áður hevur ljóðað, at Annita á Fríðriksmørk ætlaði at atkvøða fyri einum misáliti á Jørgen Niclasen. Men í gjár vildi hon altso einki siga, fyrr enn tingbólkurin hevði tosað saman á fundi.
Kári P. Højgaard álit á løgmanni
Samgongan er mannað av fýra flokkum, harav tveir hava bert tann eina mannin.
Kári P. Højgaard í Sjálvstýrisflokkinum hevur onga tingmanning at fara á fund við, men sjálvur sigur hann, at úrslitið hjá kanningarstjóranum gongur ikki Jørgen Niclasen og umsiting hansara á møti. Her kundi málið verið avgreitt, um landsstýrismaðurin legði frá sær, men tað gjørdi hann ikki, og tí rullar bólturin nú sambært Kára P. Højgaard víðari til løgmann, sum gevur Jørgeni Niclasen tað gula kortið.
Óhefti trímannabólkurin, Julianna Klett, Sjúrður Horsdal og Anfinn V. Hansen, siga at einki skeivt er gjørt. Tað sama sigur Christian Andreasen, advokatur, sum sjálvstýristingmaðurin tó kallar ógegnigan, og tað metir hann vera sera keðiligt.
Kári P. Højgaard meldar púra greitt út, at kemur eitt misálitisuppskot niðan í tingið, er tað líka mikið, um tað er á landsstýrismannin í fiskivinnumálum ella á løgmann. Verður avgerð løgmans broytt til reytt kort í Løgtinginum er misálit eisini sett á embætisførslu hansara. Kári P. Højgaard hevur álit á løgmanni, og tekur avgerðina hjá honum til eftirtektar, men av tí at høvuðsyvirskriftirnar í fjølmiðlunum í seinastuni hava snúð seg um embætisførsluna hjá Jørgeni Niclasen, er trúvirðið minkað, og tí hava vit ein politiskan trupulleika. ? Einasti, sum kann bøta um hendan trupulleika, er Jørgen Niclasen sjálvur, sigur Kári P. Højgaard.
Spurdur, um tað ikki er av tí, at Sjálvstýrisflokkurin ikki kann vera Fólkaflokkin fyri uttan, at hann ikki vil atkvøða fyri misáliti, sigur Kári P. Højgaard, at ta tíðina hann hevur sitið í samgongu, hevur løgmaður stýrt skútuni væl. Men hevði tað verið Kári sjálvur, sum var fiskimálaráðharri, hevði hann farið frá, sigur eysturoyartingmaðurin, sum gjarna hevði vil sleppa undan at vera partur av hesum trupulleikanum. Spurdur, um hann kann tað, svarar Kári P. Højgaard, at hetta málið fór fram áðrenn hansara tíð. - Men tjóðveldismenn hava ein stóran trupulleika í hesum døgum, sigur tann einsamalli sjálvstýristingmaðurimn og sipar til mismun í uppsagnum av landsstýrismonnum.
Jenis væntar misálit
Hin lítli flokkurin í samgonguni, Miðflokkurin, sendi um vikuskiftið Jørgeni Niclasen eitt "lítið og fitt" bræv, sum formaðurin, Jenis av Rana, málber seg í samrøðu við Sosialin. Í brævinum heitir Miðflokkuin á landsstýrismannin um at leggja frá sær, tí tað er samgongan og ikki andstøðan, sum skal ráða í Føroyum, sigur Jenis av Rana. - Tí eigur Jørgen Niclasen at lata ein floksfelaga fáa landsstýrissessin. Løgmaður hevur tikið eina juridiska avgerð, men hann átti eisini at tikið eina politiska avgerð sum samgonguleiðari. Hetta er eingin katastrofa, og miðflokkurin og samgongan hava nógv stórmál, sum skulu fremjast, sigur tingmaðurin hjá Miðflokkinum. Hann vil ikki avdúka, um hann atkvøður fyri einum møguligum misáliti. ? Men eg vænti, at meiriluti verður fyri tí, sigur Jenis av Rana at enda.
Tingfundur verður í dag klokkan 13.30, og tá verður politiska lagnan hjá Jørgeni Niclasen helst avgjørd.