Í kvøld kl. 21.00 tosar Svenning av Lofti við Jenis av Rana, lækna og løgtingsmann, í sendingini »á Torginum« á Rás2. Hóast Jenis sjálvur hevur nógvar sendingar í kristiligu útvarpsstøðini Lindini, har hann prátar við onnur fólk, er hetta fyrstu ferð, at hann greiðir frá síni egnu lívsleið. Jenis vaks upp í Trongisvági, lærdi til lækna í Danmark og arbeiðir sum kommunlækni í Havn, samstundis sum hann er politikari.
Sendingin er tann fyrsta av fleiri við samrøðum við Jenis av Rana.










