Jenis sendir áheitan: Hetta er stór skomm

Hetta er stór skomm fyri okkum og sokallaðu “unspoiled” náttúru okkara, sigur Jenis av Rana.

 

Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, øtast um, at aftur í ár er líkt til, at ullin frá seyðaroytingini runt um landið verður brend. Orsøkin er, at landsstýrið ikki hevur játtað Búnaðarstovuni pening til at taka ímóti ullini. Sambært formanni Miðfloksins er talan um 100.000 krónur, sum talan var um at geva Búnaðarstovuni, so hon kundi fáa ullina, ið einaferð var "Føroya gull", til høldar og víðarivirkaða.

 

- Í størsta álvara varð, í útvarpi kringvarpsins, tosað um, hvussu væl ull brennir á brennistøðunum. Hóast hon í dag ikki er "Føroya gull", so kunnu vit ikki loyva okkum hetta! Tær fáu hundrað túsund, sum móttøkan krevur, mugu fáast til vega, fyri at bjarga okkum frá skommini! Royndirnar at gagnnýta hana mugu stuðlast, heldur Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin.

 

Hann hevur tí eina greiða áheitan til Høgna Hoydal, landsstýrismann í búnaðarmálum:

- So góði Høgni, eg, og óivað mong við mær, íroknað tingfólk, vænta av tær, at tú loysir hendan trupulleikan! At tú, helst longu í morginárini, við einum jaboðum til búnaðarstovuna, tekur stig til at steðga øðrum bálum, sum annars kunnu hugsast at fara at brenna runt landið restina av juli mánaða- okkum og sokallaðu “unspoiled” náttúru og landi okkara til stóra skomm.

 

Les alla áheitanina her.