Jenis noktar námsfrøðingum at koma til arbeiðis í skúlunum

Tað er ikki í lagi, at børn verða send heim úr skúlanum, tí tey bera brek, segði Jenis av Rana í gjár. Í brævi minnir Mentamálaráðið á, at starvsfólk, sum eru um hesi børnini, ikki sleppa til arbeiðis

Eysturskúlin í Havn

Hóast Jens av Rana, landsstýrismaður, í útvarpinum í gjárkvøldið segði, at tað ikki er í lagi, at nøkur børn verða send heim úr skúlanum, tí tey bera brek, so forðar hann kortini somu børnum at møta í skúla morgun.

 

Í boðum frá Undirvísingarstýrinum hjá Mentamálaráðnum til skúlaleiðslurnar, sum er sent í gjár, verður mint á, at verkbann er lýst ímóti teimum námsfrøðingum, sum starvst í fólkaskúlanum, og at tað er galdandi frá í morgun klokkan 7.

 

Boðini eru greið, at skúlaleiðslunar ikki skulu taka ímóti teimum starvsfólkunum aftur, sum eru fevnd av verkfallinum, fyrr enn partarnir hava gjørt semju um nýggjan sáttmála, ella onnur avtala er gjørd um, at tey skulu byrja aftur í starvi.

 

Tað merkir, at Mentamálaráðið sker út í papp fyri skúlastjórum, at tey starvsfólk, sum eru um hesi børnini, sum bera brek, ikki sleppa til arbeiðis – og at hesi børn soleiðis ikki sleppa í skúla.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, segði annars við útvarpið í gjárkvøldið, at longu í gjárkvøldið fóru boð úr Mentamálaráðnum til stríðandi partarnar um at finna eina loysn, so næmingar við serligum avbjóðingum ikki verða vendir á skúlagáttuni.

 

Greitt er ikki, um hesi boð eru send, men greitt er, at fyrisitingarliga eindin undir Mentamálaráðnum, Undirvísingarstýrið, í gjár sendi skriv til skúlaleiðslunar, har mint verður á, at starvsfólkini, sum eru um børnini við serligum tørvi í fólkaskulanum, skulu vendast í hurðini, um tey koma til arbeiðis.

 

Eysturskúlin í Havn