Jenis hóttir samgonguna

– Við politikkinum, sum nú verður førdur, er ikki longur pláss fyri mær í samgonguni.

Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður Miðfloksins, í Sosialinum í dag

Hann sigur, at hann ikki vil góðtaka, at samgongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur og fer til tey, sum einki hava, við rokningini.

– Tað, Jenis av Rana ikki vil góðtaka við tí førda politikkinum, er, at samgongan alla tíðina fer eftir teimum veikastu í samfelagnum eftir pengum at fíggja landshúsarhaldið við, sum hann málber seg.

- Samsundis hava tey vælbjargaðu fingið ein skattalætta, tey hvørki hava brúk fyri, ella hava biðið um, sigur hann.

Jenis av Rana vísir í Sosialinum á fleiri mál, sum hann ikki kann taka undir við:

At veitingin frá ALS skal skerjast

At karantenuskipan verður sett í verk fyri arebiðsleys – hann heldur tvørturímóti, at tey, ið tjena meira, skulu gjalda lutvíst meira í Arbeiðsloysisgrunnin

Hann er ímóti, at brúkaragjøld verða sett í heilsutænastuni

Hann vil ikki lækka játtanina til Fróðskaparsetrið

Hann vil ikki hækka pensjónsaldurin frá ári til ár

Hann vísir eisini á, at samgongan hevur mist álitið á, at flatskatturin skal bjarga øllum, og tí verður rokningin send víðari til arbeiðsleys og pensjónistar, og tað góðtekur hann ikki.

Jenis av Rana sigur, at fær hann ikki samgonguna at leggja á annan bógv, so er einki annað hjá honum at gera enn at fara úr samgonguni.