Ì dag er Jenis av Rana í Føroya Rætti, ákærdur fyri at hava misrøkt sínar skyldur sum lækni. Tað mesta av málinum er fyri læstum hurðum Dagurin í dag fær stóran týdning fyri Jenis av Rana lækna og løgtingsmann, tí tað er í dag, at hann stendur ákærdur fyri at hava misrøkt sína skyldur sum kommunulækni.
Hetta skuldi vera hent, tá ið ein ung genta í viðtalu hjá Jenis av Rana skal hava fortalt honum, at pápin hevði framt kynsligan ágang ímóti henni.
Í slíkum føri hevur læknin skyldu at boða avvarðandi myndugleikum frá, men tað gjørdi hann ikki eftir tí, sum er komið fram, og tað er hann ákærdur fyri.
Jenis av Rana hevur alla tíðina tvíhildið um, at alt hetta er tann beri heilaspuni og at hann onki kennur til hetta yvirhøvur.
Men í dag og í morgin fáa vit at vita, hvat vendir niður og, hvat vendir upp í hesum máli, tí fútin gjørdi av at ákæra Jenis av Rana og í dag er málið fyri í Føroya Rætti.
Men av tí, at talan er um ein unga gentu, sum skal vitna um nærgandandi spurningar, er tað mesta av sakarmálinum fyri læstrum hurðum fyri at verja hana mest møguligt.
Dómur fellur í málinum í morgin