- Eg vildi ikki takla so hart, at eg fekk tað reyða kortið og varð útvístur.
Tað segði Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum við Rás2 í gjárkvøldið.
Hann hevur alla tíðina ivast í, um hann fór at taka undir við ætlanini um flatskatt og um a skatta pensjónir við inngjald.
Men tá ið avtornaði, atkvøddi hann ikki fyri flatskattinum. Men tá ið atkvøtt varð fyri at skatta pensjónirnar, atkvøddi hann saman við samgonguni.
Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevði eisini gjørt púra greitt, at samgongan skuldi standa saman og tann, sum ikki atkvøddi fyri, hevði samstundis koyrt seg sjálvan úr samgonguni.
Hann sigur, at hann atvøddi blankt fyri flatskattinum, tí hann hevði heitt á samgonguna um at útseta málið í eitt hálvt ár, men vildi ongin annar.
- Men tá ið vit skuldu atkvøða fyri at skatta pensjónirnar, var dysturin liðugur og tá skuldi eg taka støðu til, um eg skuldi vera innanfyri ella uttanfyri.
- Eg gjørdi av at verða verandi innanfyri, tí har fái eg mest ávirkan, segði Jenis av Rana við Rás2
Samanumtikið metir hann, at hann kann gera størri mun í samgonguni enn uttanfyri og tí atkvøddi hann fyri.
Hann hevð eisini tað við í metingunum, at atkvøddi hann ímóti, var vandi fyri at Miðflokkurin fór í tvíningar og at hann kom at sita uttanfyri samgongua og hin tingmaðurin, Bill Justinussen, kom at sita í innanfyri, tí hann tók undir við ætlanunum.