Jenis av Rana spyr um fosturtøku

Sámal Petur í Grund skal greiða løgtinginum frá, hvussu nógvar fosturtøkur verða framdar, og hvussu styrkta ráðgevingin í sambandi við barnsburð virkar

 

POLITIKKUR


Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, hevur sett fram fyrsta fyrispurningin í hesari tingsetuni. Hann vil hava Sámal Petur í Grund, landsstýrismann, at svara fimm spurningum um fosturtøku:

1. Hvussu nógvar fosturtøkur eru framdar í sjúkrahúsverkinum hvørt av farnu fimm árunum?

2. Hvussu er áheitan løgtingsins frá apríl 1999 um styrkta ráðgeving í sambandi við barnsburð praktiserað?

3. Veit landsstýrismaðurin at siga, um hendan styrkta ráðgevingin hevur havt tilætlaðu avmarkingina ? tvs. eina minking í fosturtøkum?

4. Hvussu stórur prosentpartur av fosturtøkuumsóknunum vórðu framdar?

5. Hevur landsstýrið ætlanir, sum kunnu væntast at føra við sær eina minking av fosturtøkutíttleikanum og harvið bjargan av mannalívum?

Tá tingið viðgjørdi uppskot frá Jenisi av Rana og trimum øðrum tingmonnum um tiltøk í sambandi við barnsburð, heitti trivnaðarnevndin á landsstýrið um at styrkja tann ráðgevandi partin í sambandi við barnsburð.

? Nú góð tvey ár eru liðin síðani hesa áheitan, skuldi tað verið gjørligt at fingið eina frágreiðing frá landsstýrinum um, hvussu farið er fram, og hvørji úrslit ella hvørjar royndir eru av broyttu og styrktu ráðgevingini, sigur Jenis av Rana í viðmerkingunum til fyrispurningin.