Jenis av Rana úr samgonguni

POLITISKT SAMVITSKA Við politikkinum, sum nú verður førdur, er ikki longur pláss fyri mær í samgonguni, sigur Jenis av Rana

Áki Bertholdsen

- Hetta havi eg ikki samvitsku til longur.
Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin og formaður floksins, vil ikki longur standa til svars fyri politikkin hjá samgonguni.
Kemur ikki kollveltandi broyting í politikkin, dugi eg ikki at síggja, at tað er pláss fyri mær í hesum samgonguni longur.
Annars er hann ikki longur í samgonguni, tá ið hesin mánaðurin er farin.
- Hetta er eitt neyðarróp og ein ávaring á samgonguna um at leggja á annan bógv, tí hesin politikkurin kann ikki halda fram, sigur Jenis av Rana.

Sinnaður at rinda prísin
Í fyrsta lagi vónar Jenis av Rana, at samgongan leggur heilt á annan politiskan bógv.
Men heldur samgongan fram í hesum sama sporinum, fer Jenis av Rana at gera tað, hann er mentur at sannføra sínar floksfelagar, og stjørnuna í Miðflokkinum um, at flokkurin eigur at taka seg úr samgongini.
- Men eydnast tað ikki, eri eg til reiðar at bera tann prísin og at fara úr samgonguni sjálvur, leggur hann afturat.
Tað, Jenis av Rana ikki vil góðtaka við tí førda politikkinum, er, at samgongan alla tíðina fer eftir teimum veikastu í samfelagnum eftir pengum at fíggja landshúsarhaldið við, sum hann málber seg.
- Samsundis hava tey vælbjargaðu fingið ein skattalætta, tey hvørki hava brúk fyri, ella hava biðið um.
Jenis av Rana sigur, at hann vil ikki góðtaka, at samgongan letur teimum, sum eru væl fyri, stórar gávur og fer til tey, sum onki hava, við rokningini.

Má ikki henda
Í hesum sambandi eru tað nøkur ávís mál, formaðurin í Miðflokkinum hugsar um.
Løgtingið viðgjørdi í farnu viku eitt uppskot frá landsstýrinum um at skerja útgjaldið úr ALS.
- Tað má og skal ikki henda og eg vil ikki taka undir við, at útgjaldið verður skert.
Samstundis er ætlanin at seta arbeiðsleys í karantenu, so at tey skulu ikki fáa útgjald úr Als 10 teir fyrstu dagarnar, tey eru arbeiðsleys.
Hann sigur, at í sjálvum sær er tað eitt alvorligt trauma at missa arbeiðið. Tað er tann ringast hugsandi støðan, fólk kunnu koma í og tí skal steinur ikki leggjast oman á byrðuna hjá teimum við at skerja útgjaldið.
Heldur enn at lækka útgjaldið, skjýtur Jenis av Rana upp, at inngjaldið verður hækkað og gjørt stigveksandi so at tey, sum forvinna nógv, rinda meiri í ALS og tey, sum forvinna lítið, gjalda lítið.
- Ein slík skipan hevði verið eini greið, politisk boð frá samgonguni til tey, sum hava fingið skattalættan um, at vit hava brúk fyri pengunum til tey á niðastu rókum.
Hetta var eisini ein skipan, sum Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, skeyt upp.

Ímóti øllum viti og skili
Jenis av Rana vil heldur ikki undir nøkrum umstøðum góðtaka, at brúkagjøld skulu setast í gildi í heilsuverkinum, soleiðis sum lagt verður upp til í uppskotinum til játtanarkarm, sum er lagt fyri Løgtingið.
- Tað er eitt sindur ógreitt, hvat hesi brúkaragjøldini innibera. Er talan um vanlig brúkaragjøld, verður tað ein vanlukka. Men er talan um brúkaragjøld eftir inntøkuni, er tað til at liva við.
Somuleiðis vil Jenis av Rana heldur ikki góðtaka, at Fróðskaparsetrið verður skert.
- Framtíð okkara er eitt vitanarsamfelag og tí er tað í beinleiðis andsøgn við alt vit og skil at skerja útbúgvingarnar.
- Tað er eisini í andsøgn við tað, allir flokkar førdu fram í valstríðnum.
- Vit kunnu ikki rópa neyðarróp eftir útbúnum føroyingum uttanlands fyri at fáa teir at flyta heim aftur, samstundis sum vit vanvirða vitan og gransking við at skerja Fróðskaparsetrið.

Ber ikki til
Hann kann heldur ikki góðtaka, at samgongan einvíst ger av at hækka pensjónsaldurin.
- Hetta er eitt mál, sum penssjónsbólkurin hjá Løgtinginum arbeiðir við og skal koma við eini niðurstøðu um.
- Bæði samgonga og andstøða eru við í pensjónsbólkinum, men hækkar samgongan pensjónsaldurin av sínum eintingum, er hetta tað sama sum at skumpa andstøðuna frá sær.
Hann vil heldur ikki góðtaka, at pensjónsaldurin verður hækkaður frá ári til ár.
- Í Danmark er pensjónsaldurin eisini hækkaður, men bara fyri tey, sum eru undir 50.
- Tað merkir, at tey fáa góða tíð at laga seg til broyttu umstøðurnar.
- Í Føroyum skal pensjónsaldurin hækkast longu næsta ár og tað ber ikki til, tí tey, sum skulu pensjónerast í næstu framtíð, hava longu lagt lívið til rættis útfrá umstøðunum, sum nú eru galdandi.
Hann leggur afturat, at verður pensjónsaldurin hækkaður, fer tað at økja um arbeiðsloysið og sostatt raka tað tey, sum vit annars royna at fáa at flyta heim aftur til Føroyar at búgva.

Munaði onki
Jenis av Rana staðfestir, at hóast hann var ímóti tí, setti samgongan flatskattin í verk tí at hann skuldi vera undurverkið, sum sparkaði samfelagið ígongd aftur.
Fyri at fíggja skattalættan, sum flatskatturin førdi við sær, vórðu pensjónirnar skattaðar við inngjald heldur enn at tær verða skattaðar við útgjald, sum higartil.
- Men nú hevur samgongan eftir øllum at døma mist álitið á, at flatskatturin fer at seta samfelagið ígongd og tískil verður farið til tey arbeiðsleysu, pensjónistarnar og onnur, sum ongan skattalætta fingið, fyri at útvega landskassanum fleiri inntøkur.
- Hetta er tað, eg havi størstan trupulleika við, tí skulu vit eftir fleiri inntøkum, mugu vit tora at fara hagar, pengar eru og ikki bara eftir teimum á niðastu rók, sigur Jenis av Rana.

Næsta stigið greitt
Jenis av Rana hevur atkvøtt ímóti samgonguni nakrar ferðir.
Men hann asannar, at hendan støðan kann ikki halda fram.
- Eg kann ikki halda fram í samgonguni og samstundis atkvøða ímóti fleiri málum, hon leggur fram.
- Tískil verður mítt næsta stig ikki, at eg atkvøði ímóti samgonguni, tá ið eitt mál kemur fyri, eg ikki kann taka undir við.
- Næsta stigið verður at biðja farvæl og at fara úr samgonguni, staðfestir Jenis av Rana.
- Alt annað er órímiligt mótvegis bæði samgonguni og mær sjálvum, leggur hann afturat.

MYNDATEKSTUR

Samvitskubit

Jenis av Rana vil ikki góðtaka politikkin hjá samgonguni og nú sigur hann stopp. Mangla pengar í landskassanum, mugu vit tora at fara til tey, sum hava fingið skattalætta, eftir teimum. Vil samgongan ikki tað, biði eg farvæl, sigur hann