Jenis av Rana: Lív skal aftur í Hoydalar sum skjótast

- Um LISA og Tjóðsavnið ikki síggja seg før fyri at fara í gongd, so mugu vit hjálpa onkrum øðrum, sigur nýggi mentamálaráðharrin

Í næstum flyta LISA og Tjóðsavnið eftir ætlan inn í bygningarnar í Hoydølum, sum skal vera ein mentanardepil, har listarligt virksemi skal blóma. Men nýggja samgongan heldur, at ætlanirnar við Hoydølum eru ov ógreiðar, og tí stendur skrivað í nýggja samgonguskjalinum, at ætlanirnar við Hoydølum skulu endurskoðast.

- Verkætlanin hevur gingið øgiliga seint, og vit vita lítið um smálutirnar. Vit vilja gjarna kanna avtalurnar nærri. Men vit fara ikki at taka nakað frá teimum, sum hava fingið, sigur Jenis av Rana, mentamálaráðarri, við VikuskiftisSosialin.

Hann sigur, at endamálið við at endurskoða verkætlanina er at fáa lív aftur í Hoydalar sum skjótast. 

- Vit vilja hjálpa LISA og Tjóðsavninum at koma í gongd. Men um tey ikki síggja seg før fyri tí, so mugu vit hjálpa onkrum øðrum. Vit vilja bara tryggja, at Hoydalar aftur verður eitt stimbrandi stað, har fólk kunnu leita sær. Hatta er jú ein perla mitt í høvuðsstaðnum, sigur Jenis av Rana í samrøðu í VikuskiftisSosialinum.