Jenis av Rana í Russlandi á fundarferð

Í dag hevur landsstýrismaðurin í uttanríkis- og mentamálum verið til samráðingar í Moskva

Jenis av Rana og Sergey Glazyev

Tað sigur Uttanríkis- og mentaráðið í tíðindaskrivi í kvøld.

 

Í dag var fundur í Moskva í felagsnevndini millum Føroyar og Evrasiatisku Búskaparsamgonguna, EABS. Hetta er annar fundurin, síðani nevndin varð skipað sambært semjuskjalinum millum partarnar, sum var undirskrivað í Føroyum í 2018.

 

Jenis av Rana, landsstýrismaður, stóð á odda fyri føroysku sendinevndini, og Sergey Glazyev, EABS ráðharri í búskaparmálum, leiddi fundin fyri EABS.

 

Felagsnevndin hevur til endamáls at virka fyri at styrkja samstarvið millum Føroyar og limalondini í EABS. Partarnir løgdu fram síni politisku sjónarmið og ætlanir við samstarvinum. Landsstýrismaðurin nýtti høvið at kunnað um tiltakið fyri vinnuumboð úr EABS-londunum, sum eftir ætlan verður í Føroyum í vár. Landsstýrið, EABS og vinnuhúsið skipa fyri vinnuferðini í felag. Avrátt varð, at næsti felagsnevndarfundur verður í Føroyum næsta ár.

 

– Russland er millum størstu marknaðirnar hjá Føroyum fyri útflutningsvørur. Arbeiðið í felagsnevndini hevur tí stóran týdning fyri at tryggja føroysk áhugamál mótvegis EABS, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður.

 

Á ferðini í Russlandi hevur landsstýrismaðurin eisini verið á fundi við Vladimir Titov, varauttanríkisráðharra hjá Russlandi, sendiharran hjá Armenia, Russian International Affairs Council og russiska handilskamarið. Í morgin verður fundur við sendiharran hjá Kasakstan.

 

 

 

 

 

Jenis av Rana og Sergey Glazyev