Fyrrverandi russiski forsetin Boris Jeltsin liggur á sjúkrahúsi í Týsklandi, har hann skal kannast fyri hjartað. Fyri tíggju árum síðani fekk Jeltsin eina sokallaða bypass-skurðviðgerð í Moskva, og síðani hevur hann verið til regluligar kanningar á einum sjúkrahúsi í Berlin. Jeltsin hevur verið heilsuveikur í mong ár, og hansara heilsa bleiv ofta umrødd, meðan hann var russiskur forseti frá 1991 til 1999. Harafturímóti hevur hann verið lítið frammi í fjølmiðlunum, síðani hann fór frá.