Fyrrverandi russiski forsetin Boris Jeltsin legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann í vikuni var í Noregi og vitjaði.
Á einum tíðindafundi segði hann, at russiski herurin hevur ikki borið seg rætt at ímóti sivilfólkinum í Kekenia, og sambært norskum fjølmiðlum er hetta fyrstu ferð, at ein so týðandi russiskur politikari hevur funnist at russisku krígsførsluni í Kekenia. Jeltsin legði tó dent á, at tað var neyðugt at senda russiskar hermenn suður hagar, tí Russland fer ongantíð at góðtaka, at Kekenia endar í hondunum á nøkrum brotsmonnum, sum hann tók til.
Kekenia var ikki einasta evnið í samrøðunum, sum Jeltsin hevði við norska forsætisráðharran, Kjell Magne Bondevik. Teir báðir tosaðu eisini um samstarv á oljuleiðunum í Barentshavinum. Her mælti Jeltsin norðmonnum til at økja samstarvið við russar, tí tað kann koma báðum pørtum til góðar, segði hann.










