Jehovas Vitni nýtt samkomuhús

Í Trongisvági stendur nýggjur bygningur reistur, sum er nýtt samkomuhús til Jehovas Vitni

Tað er byggivirkið Norðsetur í Hvalvík, sum hevur bygt samkomuhúsið hjá Jehovas Vitnum í Trongisvági. Húsini eru bygd eftir somu tekning, sum húsini, ið Norðsetur áður hevur bygt til somu samkomu í Saltangará.??
Helgi Olsen, stjóri og eigari av Norðsetur, sigur, at húsini í Trongisvági eru 270 fermetrar í einum plani.??
- Vit hava bygt húsini og gjørt alt liðugt uttan. Síðan innrættar samkoman húsini sjálv, og vit hava eisini leverað tilfar til innrætting, sigur Helgi Olsen.??

Fyrimyndarligt
Stjórin í Norðsetur sigur, at samstarvið við samkomuna um bygging, bæði í Saltangará og í Trongisvági, hevur verið fyrimyndarligt.
- Vit eru 21 fólk í byggifyritøkuni, og vit hava fleiri sethús í gerð kring um landið, tey flestu í høvuðsstaðnum, sigur Helgi Olsen.