Jeep Commander ársins 4x4

Eftir royndarkoyring í Wales í eina viku hava enskir motorjournalistar og off-road blaðið 4X4, ið er eitt av størstu bløðum innan sítt øki á enskum, kosið Jeep Commander sum ársins 4x4.

Av 50 møguligum stigum fekk Jeep Commander 39 stig. Ein orsøk til at Jeep Commander fekk so nógv stig, var tað framkomna Quadra-Drive II systemið, verður sagt frá domsnevndini.